B36 ætlar at halda lív í FM-vónini

Dysturin ímóti botnliðnum B68 sunnudagin skal vinnast, um B36 skal varðveita ein lítlan møguleikan at koppa oddaliðnum EB/Streymi. B68 manglar tveir av sínum stuðulsspælarum til dystin


Sunnudagin hittast næstfremta og næstaftasta liðið í Formuladeildini í Havn. B36 tekur ímóti B68, og liðini hava hvørt sítt mál fyri framman.
B36 ætlar sær at varðveita møguleikan at vinna FM í ár, og B68 stríðist fyri at sleppa undan hóttandi niðurflyting. Stigini hava nógv virði, og javnleikur er ov lítið hjá báðum liðunum at fáa burturúr.
B36 liggur fimm stig aftanfyri EB/Streym, sum tykist hava sett ferðina upp fram ímóti FM-gullinum. Føroyameistararnir ætla tó ikki at geva seg uttan harðan dyst, og sunnudagin skulu teir hava trý stig burturúr.
B36 hevur so at siga allar spælararnar tøkar til dystin. Einasta ivamálið er Bergur Midjord, sum hevur drigist við skaða í nakrar vikur og ikki hevur fingið vant ella spælt við fullari ferð. Bergur venur nú aftur, men spurningurin er, um hann er heilt klárur til dystin ímóti B68.
 
B68 manglar tveir
Toftamenn fara til Havnar uttan tveir av sínum føstu spælarum. Øssur Hansen, sum hevur verið millum teir bestu hjá B68 í hesum kappingarárinum, verður ikki við sunnudagin. Hann arbeiðir uttanlands og er bara heima til tíðir. Nú hevur hann so eisini fingið leikbann, og tí kann hann ikki spæla ímóti B36.
Kári Hansen hevur verið ein av spælarunum í verjuni hja B68 í ár, men hann er heldur ikki tøkur hesaferð, tí hann er skaddur. Harvið mangla tveir spælarunum, sum hava verið við at manna verjuna hjá B68 í nógvum dystum í ár.
- Vit mangla tveir spælarar, men vit eru klárir til dystin sunnudagin. Okkara mál er at sleppa undan niðurflyting, og vit hava brúk fyri stigum í tøttu kappingini við ÍF og VB/Sumba, sigur Bill M. Jacobsen, venjari hjá B68.