B36 styrkir seg við argjamanni

Føroyameistararnir í fótbólti boða í kvøld frá, at teir hava styrkt um álopspartin, sum frammanundan taldi tveir sera vandamiklar harrar í Jákup á Borg og Lukasz Cieslevicz. Talan er um 21 ára gamla Dánjal Róa Olsen, sum er uppvaksin í AB, men annars spældi ein part av kappingarárinum í fjør í 07 Vestur, umframt at hann eisini hevur umboðað ÍF Føroyar í Keypmannahavn.

 

Í B36 hava tey ásannað, at hóast álopsparið í fjør royndist væl, so vantaði teimum breidd á framrættaðu plássunum. Hetta hava teir fingið í Dánjal Róa Olsen, sum fyrst og fremst er ein ógvuliga kropssterkur áleypari.

 

Dánjal Rói Olsen spældi 12 dystir fyri 07 Vestur í fjør, har hann gjørdi trý mál.