B36 skal verja oddasessin

Enn eina ferð skal oddaliðið á útivølli verja oddasessin, hesa ferð á Toftum. Eisini er áhugaverd toppuppgerðin millum HB og Víking

Fult miðvikuumfar í Vodafone­deildini er á skránni, tí í kvøld verða spældir fýra dystir og í annaðkvøld ein. Sum heild er talan um áhuga­verdar dystir, ið kunnu hava týdn­ing fyri bæði botn og topp.
B36, sum hevur fingið eina fram­úr byrjan hetta kappingarárið og er einasta liðið, ið enn ikki hevur tapt, skal á Toftir at spæla ímóti B68, sum hinvegin hevur havt eina ser­stakliga vánaliga byrjan og enn bara hevur skavað fýra stig saman. Sjáldan er talan um málríkar dystir millum hesi bæði liðini á Toftum, og ofta er tað endað við javnleiki, so kanska tað eisini er eitt gott boð hesa ferð.
Í Gundadali møtast tvey av lið­unum, ið mugu teljast millum teirra, ið ætla sær langt, tí HB plagar altíð at vera við í endaspurtinum um FM, og Víkingur hevur spælt út við, at meistaraheitið er málið. Avrikini hjá báðum hava verið ivasom higartil, men bæði HB og Víkingur vunnu síðst, so kanska tey fara at leggja nógv fyri í kvøld, so talan verður um góðan og spennandi toppdyst.
Ein annar dystur, ið fyri nøkr­um fáum umførum síðani vildi verið avgjørdur toppdystur, men tó fram­vegis er millum tvey av fremru liðunum, er tann við Margáir millum EB/Streym og KÍ, sum bæði vilja reisa seg aftur, eftir at tey taptu um vikuskiftið. Serliga mundi tað kennast sum smeitur fyri EB/Streym at tapa fyri HB, ið einki hevði víst áðrenn, meðan KÍ sum uppflytari má rokna við, at okkurt bakkast kemur her og harð. Í kvøld man EB/Streymur tó vera greið­ur favorittur.

Uppgerðin um botnin
Tað er nú ikki altíð, at teir mest áhuga­verdu dystirnir eru millum fremstu liðini, og í kvøld munnu tað vera mong, ið eru spent eftir at vita, hvat av botnliðunum, 07 Vestur ella B71, fer at standa seg betur, tí tey bæði hittast í Sørvági. 07 Vestur fekk eina ovurstóra flongju í Runa­vík sunnudagin, samstundis sum B71 tók alt á bóli við sigri á ÍF í Fugla­firði. Nú ræður so um hjá 07 Vestur á heimavølli at vísa seg frá einari betri síðu, men hinvegin skal B71 eisini royna at prógva, at liðið megnar at vinna aftur.
Fimti dysturin verður ikki fyrr enn í annaðkvøld, tá NSÍ tek­ur ímóti ÍF, men hann er ikki minni áhuga­verdur fyri tað. NSÍ hev­ur fingið eina góða byrjan í landskappingini og er næstfremst, bara eitt stig aftan fyri B36, meðan ÍF liggur seks stig longur niðri á stigatalvuni og svongist. NSÍ vant sunnudagin burtur úr 07 Vestur og ÍF mátti lúta fyri B71, so ikki kann sigast annað, enn at fortreytirnar hjá hesum báð­um eysturoyarliðunum eru sera ymiskar, nú tey hittast.