Ivaleyst mest umrøddi fótbóltsdysturin í hesum kappingarárinum man vera tann, tá ið B36 og Skála 13. mai í 9. umfari spældu 1-1 í Gundadali. Eftir nógv skriviborðsarbeiði stendur úrslitið við, eftir at B36 eitt skifti hevði øll trý stigini á sínari konto og Skála einki hevði. Nú hittast somu feløg á Skála.
Mikukvøldið fekk B36 fult móti B71, og tað er einki sum eitur hjá B36 venjaranum Kurt Mørkøre.
- Tað er neyðugt við fullari úrtøku, um vit skulu fylgja við í FM kappingini, har NSÍ er sera støðugt. Sandoyingar vóru óførir og sera snildir í kontra spælinum. Eg rokni við, at talan verður um sama slag av mótstøðu á Skála.
B36 má tó manna miðvøllin av nýggjum á Skála, tí bæði Mikkjal Thomassen og Heini í Skorini hava leikbann, meðan Ingi Højsted enn einaferð hevur verið so óheppin at bróta seg sundur.
- Miðvøllurin hevur riggað stak væl seinastu ferðirnar, og sjálvandi er saknur í hesum spælarunum. Men hetta eigur ikki at vera nakar trupulleiki. Vit hava nógv og gott fólk og harvið møguleikar at rokera á liðnum, uttan at tað viknar, staðfestir B36 venjarin.
Á Skála eru teir betri fyri hesa ferð, enn teir vóru í Klaksvík, tá ið serligur saknur var í skapandi evnunum hjá Alexandur Johansen.
- Vit eru fullmannaðir hesa ferð, og tað hevur alstóran týdning. Móti B36 plaga vit at standa okkum væl. Avbjóðingin móti teimum er stór, men vit plaga at standa okkum væl ímóti teimum, og vit spæla fyri okkara møguleika, staðfestir Skála liðformaðurin Pauli G. Hansen.