B36 situr við lyklinum til uppflytingina

3. deild: Um tað verður Skáli ella AB, sum endar á beinleiðis uppflytingarplássinum veldst ikki minst um, hvussu liðini fara at standa seg ímóti B36

Fótbóltsárið er av álvara farið at halla. Í yngru og lægru deildunum verður spælt um FM heitið, og í 3. deild er tað komið so mikið langt, at nú ger strikan seg galdandi. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað eru trý umfør eftir, og at nú ber ikki til longur at flyta niður í lægri deild.

Síðsta vikuskifti varð ikki spælt í 1. deild. Tað hevði við sær, at teir, sum vikuskiftið frammanundan høvdu sitið á beinkinum í 1. deild, høvdu møguleika at spæla í 2. deild og í 3. deild, har næstbesta liðið er í tí deildini. Onkur feløg brúktu henda møguleikan. Men ikki øll gjørdu soleiðis, og tað skarst ikki so væl hjá øllum teimum, sum brúktu møguleikan.

Úrslitini hesa ferð ? allir dystirnir vóru leygardagin ? høvdu við sær, at heilt nógv bendir á, at tað verður Skáli ella AB, sum fer at vinna beinleiðis uppflytingarplássið, meðan hitt liðið fer at spæla í endaumfari ímóti tí næstaftasta í 2. deild.

Um tað verður AB ella Skáli, sum vinnur rættin til beinleiðis uppflyting, veldst um úrslitini tríggjar tær seinastu ferðirnar. Skáli skal sunnudagin spæla á heimavølli ímóti B68, so skulu teir í Gundadal ímóti B36, og í síðsta umfarinum fáa teir vitjan av TB. AB fær sunnudagin vitjan av ÍF, so skulu teir á Svangaskarð, og í síðsta umfarinum fáa teir vitjan av B36.

Tað vil við øðrum orðum siga, at bæði oddaliðini skulu spæla ímóti B36. Havnarmenninir eru á triðja plássi. Teir hava framvegis møguleika at gera av sjálvir, um teir skulu enda ovast og harvið vinna gull krónurnar, og tað vil aftur siga, at teirra leiklutir er stórur í, hvør skal flyta beinleiðis upp.


FS Vágar?KÍ

Klaksvíkingar kundu rættuliga havt lyft sær úr botninum, um teir vunnu. Men teir møttu við ikki serliga sannførandi liði. FS Vágar var nógv betur, teir vunnu stórt, og harvið er næstan greitt, at teir eisini komandi ár fara at eiga pláss í 3. deild.

Stuttligt er tað at staðfesta, at millum málskjúttarnar var Torkil Nielsen. Í komandi viku verður tíggju ára dagurin fyri minniliga sigrinum á Eysturríki í Landskrona og fyri málinum, sum Torkil Nielsen skoraði og sum fór um allan heimin. Kenslan at skora ímóti 3. deild hjá KÍ og Andreasi Johannesen í KÍ málinum hevur neyvan verið tann sama hjá Torkili, sum hon var fyri tíggju árum síðani, og rómurin kring vøllin var leygardagin heldur ikki tann sami, men málið var týdningarmikið fyri eykaliðið hjá FSV.

4. deildarliðið hjá KÍ er komið í endaspælið. Um tað skuldi komið soleiðis fyri, at 3. deildarliðið flytir niður, so hava teir møguleika at spæla 4. deildarliðið upp ? um tað er nakað gott hugskot.

KÍ hevur undanfarnu árini megnað at hildið málskjótingina hjá mótstøðumonnunum niðanfyri eitt hundrað í teimum átjan dystunum. Hesa ferð eydnaðist tað ikki. Nú eru 104 mál farin ígjøgnum.


B68?ÍF

Felags fyri bæði liðini er, at tey plaga at vera í ovara enda, og at tey í ár bara hava verið ein skuggi av tí, sum tey ofta hava verið undanfarin ár.

Fótbóltsupplivilsið á Svangaskarði var so sum so. Tað var lítil munur á liðunum, sjálvt um Jan Petersen, sum var leikbannaður, tá besta liðið hjá B68 næstseinasta vikuskifti smurdi KÍ av, var á miðvøllinum . Fuglfirðingar tykjast hava fingið betri tak á tí, nú fleiri veteranar eru aftur á liðnum.

Aksel Højgaard legði heimaliðið framum, tá eitt korter var farið. Eftir skjótt álop stútaði hann innlegg úr høgru í kassan. Eitt lítið korter var farið av 2. hálvleiki, tá Árni Petersen javnaði fyri ÍF. Við handara stólpan stútaði hann frísparksinnlegg úr vinstru frá Ken Bærendsen í kassan aftanfyri Kjartan Nesá.

Allan Joensen, sum í fjør var málverji hjá B68 ? viðhvørt í 1. og viðhvørt í 3. deild ? vardi málið hjá ÍF á Svangaskarði.

Hjá B68 var tað merkisvert, at faðir og sonur vóru á sama liði. Aksel Højgaard, málskjúttin hjá B68, var inni alla tíðina, og sonur hansara, Jóhan Dávur Højgaard, spældi teir síðstu átjan minuttirnar.

Bæði hjá B68 og ÍF var talan um fyrsta javnleikin í ár.


B36?VB

Sambært skipanini átti dysturin at verið spældur í Gundadali. Men B36 var í Vági eftir tí eina stiginum. Tað komst av, at B36 ikki megnaði at manna lið, tá teir í 9. umfarinum skuldu havt verið í Vági. Reglarnir siga, at um eitt lið ikki møtir á heimavølli, so missir felagið heimavøllin.

Hjá VB vóru Eyðun Kjærbo, Kári í Lágabø og Petur Óli Samuelsen, sum allir høvdu sitið á beinkinum allar 90 minuttirnar í toppdystinum í 1. deild ímóti HB, á liðnum.

Kortini var tað B36, sum kom á odda, tá Vinjard Guttesen fekk bóltin í málið. Petur Olaf í Lágabø (við brotssparki) og Hans Jákup Hjelm fingu tó lagt heimaliðið fram um aftur, áðrenn farið varð til hálvleiks.

Í seinna hálvleiki leikaði leingi javnt á, og kanska hevði B36 yvirvág í spæli. Tað eydnaðist teimum eisini at koma upp á javnt, við einum máli, sum Tummas Eli Hansen skeyt. Móti dystarenda hevði Tummas Eli ein risa møguleika at avgera dystin, men javnleikur gjørdist so endaliga støðan.

Bæði hjá B36 og VB var talan um fyrsta javnleikin á árinum.


TB?AB

Eingin ivi var um, at heimaliðið ikki ætlar sær nakran veg, meðan gestirnir hava uppflyting til 2. deild sum ikki veruleikafjart mál. AB var nógv betri fyri, teir vóru skjótari, teir vóru kropssterkari, og teir orkaðu væl betur.

Í eini handavend, tá eitt lítið korter var farið, kom AB framum við tveimum málum. Svend Poulsen staðfesti fyrst sína støðu sum toppskjútti, og so stútaði Benny Poulsen í málið.

TB hevði so at siga ongar atsóknir. Stutt undan steðginum varð ein langur bóltur skotin fram. Gunnleifur Rasmussen í AB málinum hálvbjargaði í fyrstu atløgu, men Jóhannes Johannesen var fyrstur á returinum.

Eftir eitt korter av 2. hálvleiki endaði AB uppspæl í høgru við innleggi til handara stólpan. Har smekkaði vongverjin í vinstru, Sigurð Justinussen, til, og bólturin small í nærra stólpan, áðrenn hann fór í málið.

Eyðun Dalsgarð, sum var komin á vøllin, tá eitt korter var farið av seinna umfarinum, staðfesti argjasigurin. TB misti í uppspælinum, rangstøðufellan miseydnaðist, og so var mál.


B71?Skáli 3?5

Tað gekk leingi javnt á, men tá gestirnir í 2. hálvleiki komu framum 3?2, skrædnaði hjá sandoyingum, sum ikki megnaðu at svara aftur fyrrenn fram ímóti dystarenda, tá Alex Nielsen, sum ikki spældi við, tá besta B71 liðið stóð seg so væl í Gundadali, pyntaði um.

Spælandi venjarin hjá skálamonnum, Kaysten Rasmussen, var eyðsýndur. Fyrst gjørdi hann nýtslu av brotssparkið, sum var dømt fyri hands, og so sneiddi hann fleiri av og skoraði hjá Henriki Juul úr meiri enn 20 metrum. Ib Morh Olsen hevði frammanundan seinna málinum javnað til 1?1, tá hann eftir hornasparksinnlegg frá Torbirni Jensen fekk síðsta fótin á.

Ein annar B71 veteranur, Páll á Reynatúgvu, javnaði til 2?2 upp á brotsspark, sum varð dømt fyri harðligt spæl.

Í 2. hálvleiki komu trý mál, og var tað Skáli, sum fekk hesi tilskrivað. Okkum hevur tíverri ikki eydnast at fingið uppspurt, hvør skeyt tey trý seinastu málini hjá Skála.

Máltindurin á hesum síðum eigur tí at verða tikin við fyrivarni hesu ferð.


Úrslit

FS Vágar?KÍ 8?0 (4?0)

1-0: Petur Niclassen 21.

2?0: Magnus Simonsen 27.

3?0: Torkil Nielsen 42.

4?0: Magnus Simonsen 44.

5?0: Petur Niclasen 49.

6?0: Magnus Simonsen 69.

7?0: Magnus Simonsen 72.

8?0: Petur Niclasen 76.


B68?ÍF 1?1 (1?0)

1?0: Aksel Højgaard 16.

1?1: Árni Petersen 57.


B36?VB 2?2 (2?1)

spældur í Vági

0?1: Vinjard Guttesen

1?1: Petur Olaf í Lágabø br

2?1: Hans Jákup Hjelm

2?2: Tummas Eli Hansen


TB?AB 1?4 (1?2)

0?1: Svend Poulsen 11.

0?2: Benny Poulsen 12.

1?2: Jóhannes Johannesen 42.

1?3: Sigurð Justinussen 59.

1?4: Eyðun Dalsgarð 89.


B71?Skáli 3?5 (1?2)

0?1: Kaysten Rasmussen br

1?1: Ib Mohr Olsen

1?2: Kaysten Rasmussen

2?2: Páll á Reynatúgvu br

2?3: Ikki upplýst

2?4: Ikki upplýst

2?5: Ikki upplýst


16, umfar

verður 10. september

VB?FS Vágar

Skáli?B68

KÍ?B36

B71?TB

AB?ÍF