B36 sigur at alt er í lagi

B36 sigur seg ikki verða vitandi um, at nakað skal verða galið við loyvunum hjá Ahmed Davy Sylla at spæla fótbólt í Føroyum.



- Vit hava koyrt Sylla ígjøgnum vanligu mylluna hjá myndugleikunum, og vit hava fingið øll pappírini aftur. Okkum vitandi er hann eisini skrásettur hjá Landsfólkayvirlitinum, sigur Kristian á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn, sum B36 eisini kallar seg.
Landsfólkayvirlitið sigur í dag, at Sylla býr uttanlands og ikki er skrásettur í Føroyum?
- Tað kenna vit einki til. Okkum vitandi eru øll loyvi hjá Sylla í lagi, og um hann ikki er skrásettur hjá Landsfólkayvirlitinum, má tað vera eitt mistak av onkrum slagi. Okkara viðurskifti við uppihalds- og arbeiðsloyvum eru øll í lagi, vit vita ikki um nakað annað.