Stóri sorgarleikurin á Tórsvølli í kvøld var, at eingir áskoðarar vóru eygnavitni til velduga dramatikkin, sum tað var, tá ið B36 eftir longda leiktíð við 4-3 sigri ímóti Levadia úr Estlandi fyri aðru ferð í ár tryggjaði sær rættin at halda fram í Europaliguni.
Í sær sjálvum er tað merkisvert, at tað eydnast føroyskum liði at vinna seg so mikið langt. Og tað er serliga merkisvert, at tað var í løtum, tá ið gestirnir høvdu lagt seg framum, og tá ið teir kendust vera sinniliga omaná, at B36 reisti seg og at enda stóð sum sigursharri.
Dramatikkurin var stórur fyrstu 90 minuttirnar, tá ið tað endaði 2-2, og dramatikkurin var øgiligur síðsta hálva tíman, tá ið alt varð avgjørt í longdu leiktíðini.
Eftir 100 minuttir bar yvirvágin hjá gestunum á Tórsvølli fyrstu tíggju minuttirnar í longdu leiktíðini við sær, at Levadia skoraði og legði seg framum 3-2.
Spurningurin kendist tá vera, um tað fór at eydnast gestunum at varðveita leiðsluna, at økja um leiðsluna, ella um tað enn einaferð fór at eydnast B36 at svara aftur, eftir at B36 í vanligu leiktíðini var aftanfyri 1-0 og vendi tí til 2-1.
Tíðin var ikki í parti við B36. Men teir í árstalsfelagnum vístu heilt fantastiskan hugburð, og at mótstøðuliðið hevði lagt seg framum 3-2 kendist sum spark í afturpartin. Heilt niðurmøddu B36 spælararnir reistu seg, stríddust sum leyvur, og teir høvdu yvirblikkið og vóru nóg kaldir í avgerandi støðunum og vunnu 4-3.
Eitt fantastiskt úrslit fyri B36 og eitt framúr úrslit fyri føroyskan fótbólt í europeiskum høpi.
Innskifti Ragnar Samuelsen javnaði til 3-3. Alex Mellemgaard serveraði aftur og aftur góðar sendingar, og tað gjørdi hann eisini í hesum føri. Við nærra stólpa stakk Ragnar Samuelsen seg upp og setti við høvdinum bóltin í málið.
Stórur fagnaður í B36 leguni, men tað var stórur skelkur lítla løtu seinni, tá ið Levadia vildi hava brotsspark, men dómarin var ósamdur við teimum og vísti álopsspælaranum, sum var í samanbresti við B36 málverjan, gula kortið.
So var tað sjey minuttir undan leikloki, at B36 skoraði málið, sum ber við sær, at Europafótbóltur eisini næstu vikurnar er á skránni í B36. Eyðsýndi Sebastian Pingel, sum við fínum stútarum skoraði tvey tey fyrstu málini, streyk í høgru framvið mótstøðumanni og legði av baklinjuni flatt inn undir málið, har innskifti Hannes Agnarsson við innaru síðu setti bóltin í málið.
Hetta var eitt av kvøldunum, sum verður skrivað inn í B36 analirnar og føroyska fótbóltssøgu.
Flott B36 og vit siga Rennið dreingir - eisini í næsta umfari í Europaliguni!
B36 - Levedia 2-2 (0-0) 4-3 eftir longda leiktíð
0-1: Õigus 52.
1-1: Sebastian Pingel
2-1: Sebastian Pingel
2-2: Elhi 80.
2-3: Kouakou Elysee 100.
3-3: Ragnar Samuelsen 107.
4-3: Hannes Agnarsson 113.
B36: Rói Mørk Hentze - Benjamin Heinesen, Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard - Eli Falkvard Nielsen (Andrass Johansen, 69./Bjarni Petersen, 115.), Magnus Holm Jacobsen (Ragnar Samuelsen, 91.) - Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Stefan Radosavljevic (Hannes Agnarsson, 60.) - Sebastian Pingel
Á beinkinum: Mathias Lamhauge, Erling D. Jacobsen, Brian Jakobsen
Gult kort: Hannes Agnarsson, Eli Falkvard Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad, Árni Frederiksberg, Andrass Johansen
Venjari: Jákup á Borg