Hóast vindurin darvaði nógv kring alt landið, so var talan um gott undirhald, tá ið 16. umfar í Vodafonedeildini var á skránni seinnapartin ídag.
Oddaliðini bæði, B36 og Víkingur, vóru bæði á heimavølli, og tað eydnaðist teimum báðum at vinna fulla úrtøku. Men bæði í Gundadali og í Sarpugerði stóð leingi nógv á. Úrsloitið ber við sær, at Víkingur framvegis hevur B36 í tjóðri, og at HB framvegis er á niðurflytingarplássi!
Toftamenn hildu tørn inntil tað bara restaði ein lítil løta, og tað var ikki frítt, at B68 var vandamikið í mótálopum. Sigursmálið hjá B36 skoraði toppskjúttin Lukasz Cieslewicz.
Í Sarpugerði legði illa sperda HB seg á odda. HB hevði nógva vindin undan í 1. hálvleiki, men tað eydnaðist Víkingi at javna undan steðginum. Í 2. hálvleiki var klassamunur á liðunum, men tað gekk sera striltið hjá Víkingi at fáa úrtøku burtur úr greiðu leikligu yvirvágini. Tað eydnaðist at skora til 2-1, men síðstu lítlu løtuna royndi HB at svara aftur. Í síðsta álopinum staðfesti toppskjúttin hjá Víkingi, Finnur Justinussen, heimasigurin.
Hóast Daniel Udsen varð útvístur longu í 1. hálvleiki, so megnaði EB/Streymur at vinna 3-1 í Klaksvík. Stóri maðurin hjá EB/Streymi var toppskjúttin Arnbjørn T. Hansen, sum skoraði hattrikk. Harvið er EB/Streymur greitt á triðja plássi.
NSÍ misti nógv í kappingini um heiðursmerkini, tá ið tað bara eydnaðist at vinna eitt stig í Fuglafirði.
B71 megnaði at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti 07 Vestur. Úrslitið ber við sær, at tað fer at styttast millum B71 og riðilin av liðum, sum eru frammanfyri sandoyingar.
Eftir 16. umfar kappast tvey lið um FM, og seks lið stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini: B71, HB, KÍ, ÍF, B68 og 07 Vestur, sum framvegis er á fimta plássi!
17. umfar verður longu mikukvøldið, og tá verða fleiri lyklauppgerðir - bæði í toppinum og í botninum!
B36-B68 1-0 (0-0)
1-0: Lukasz Cieslewicz 88.
Dómari: Lars Múller
B36: Meinhard Joensen Høgni Eysturoy, Jonas Flint Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen Heini í Skorini (Róaldur Jadobsen, 70.), Súni Olsen (Kenneth Jacobsen, 89.), Atli Danielsen, Mahmud Suleiman (Klæmint Matras, 82.) - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
Gult kort: Jonas Flindt Rasmussen, Jákup á Borg, Meinhard Joensen
B68: Tórður Thomsen Dánjal Pauli Højgaard, Christan Stockholm, Ndende, Niklas Joensen Jónleif Højgaard, Jann Ingi Petersen, André Olsen (Dion Splidt, 64.), Remi Langgaard (Eli Simonsen, 53.) Kristian Anton Andreasen, Ahmed Keita (Óli Olsen, 57.)
Gult kort: Ndende Adama Guéye, Jann Ingi Petersen, Remi Langgaard, Eli Simonsen, Jónleif Højgaard
Víkingur-HB 3-1 (1-1)
0-1: Rógvi Holm 23.
1-1: Sam Jacobsen 43.
2-1: Erling Jacobsen 63.
3-1: Finnur Justinussen 90.
Dómari: Georg N. Rasmussen
Víkingur: Geza Turi - Hjartvardur Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Símun Hansen (Andreas Lava Olsen, 81.), Sølvi Vatnhamar (Páll Klettskarð, 90.), Sam Jacobsen, Niclas Niclasen, Hans Jørgen Djurhuus (Kaj Leo í Bartalsstovu, 73.) - Finnur Justinussen
Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus, Símun Hansen
HB: Teitur Gestson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Fróði Benjaminsen, Magnus Egilsson - Rógvi Poulsen, Hanus Thorleifsson (Tróndur Jensen, 80.), Hallur Hansson, Kári Nielsen - Símun Samuelsen (Jón Krosslá Poulsen, 73.), Andrew av Fløtum (Rókur av Fløtum Jespersen, 70.)
Gult kort: Hallur Hansson, Magnus Egilsson
KÍ-EB/Streymur 1-3 (0-0)
0-1: Arnbjørn Hansen 50.
0-2: Arnbjørn Hansen 68.
1-2: Steffan Kalsø 85.
1-3: Arnbjørn Hansen 90.
Dómari: Rúni Gaardbo
KÍ: Gunnar á Steig Jógvan Isaksen, Oddmar á Lakjuni, Sørmundur Kalsø, Sigmund G. Jacobsen - Álvur F. Christiansen (Johan Jacobsen, 90.), Nenad Stankovic (Steffan Kalsø, 72.), Ivan Joensen (Bárður J. Heinesen, 57.), Høgni Madsen, Hjalgrím Elttør - Kristoffur Jakobsen
Gult kort: Høgni Madsen, Sørmundur Kalsø, Jógvan Isaksen
EB/Streymur: Rene Tórgarð Levi Hanssen (Poul G. Olsen, 80.), Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex Jose dos Santos Leif Niclasen (Arnar Dam, 90.), Pætur Dam Jacobsen (Gert Hansen, 84.), Sorin Anghel, Daniel Udsen, Hans Pauli Samuelsen - Arnbjørn T. Hansen
Gult kort: Hans Pauli Samuelsen
Reytt kort: Daniel Udsen 29.
B71-07 Vestur 1-0 (0-0)
1-0: sjálvmál 81.
2-0: Mikkjal Hentze 90.
Dómari: Rói Jacobsen
B71: Símun Rógvi Hansen Rene Clementsen, Bojan Zivic, Allan Tungá, Poul Kjartan Dam - Gudmund Nielsen, Mikkjal Hentze, Bogi Hermansen, Rasmus F. Nielsen (Høgni Midjord, 68.) - Bakari Bojang, Tijani Mohammed
Gult kort: Tijani Mohammed, Allan Tungá, Mikkjal Hentze, Poul Kjartan Dam
07 Vestur: Hans Jørgensen - Torstein Mýlingstind, Kingsley Amunike, Téhé Aristide, Rógvi Egilstoft Nielsen -
(Jóhan Petur á Stongum, 66.) - Holgar Durhuus (Hans Arni Ellefsen, 88.), Badara Diedhiou (Dánjal Rói Olsen, 46.), Joseph Y. Bassene, Jovan Radinovic-Panic, Eli Falkvard Nielsen - Clayton Nascimento
Gult kort: Eli Falkvard Nielsen, Téhé Aristide
ÍF-NSÍ: 1-1 (0-0)
0-1: Christian Høgni Jacobsen 55.
1-1: Bartal Eliasen br 80.
Dómari: Petur Reinert
ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Uni R. Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni (Hanus Eliasen, 83.), Alexander Jovevic, Bogi Løkin, Høgni Zachariasen, Nenad Saric (Atli Petersen, 83.) - Chris Muomaife (Kaj Ennigarð, 75.)
Gult kort: Áki Petersen, Bogi Løkin
NSÍ: András Gango Jónhard Frederiksberg, Petur Pauli Mikkelsen, Helgi L. Peteresen, Einar T. Hansen (Ari Ó. Ellingsgaard, 86.) Jann Martin Mortensen ( Fritleif í Lambanum, 46.), Jústinus R. Hansen, Heðin á Lakjuni, Mamuka Toronjadze ( Árni Frederiksberg, 60.) - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen
Gult kort: Heðin á Lakjuni, Einar T. Hansen, Fritleif í Lambanum, Helgi L. Petersen
B36 40
Víkingur 38
EB/Streymur 29
NSÍ 25
07 Vestur 17
B68 16
ÍF 16
KÍ 16
HB 15
B71 10
EB/Streymur og ÍF hava spælt 15 dystir, og hini liðini hava spælt 16 dystir
17. umfar
mikudagin 17. august
B68-B71
EB/Streymur-B36
HB-ÍF
07 Vestur-Víkingur
NSÍ-KÍ
Liðugt!
3-1
Víkingur hevur vunnið 3-1 á HB. Eftir innlegg frá Hjartvardi Hansen úr høgru sendi Finnur Justinussen við høvdinum bóltin í málið. Hetta var tá ið tíðin var um at vera farin.
90 min.
2-1
Dómarin hevur lagt 4 minuttir aftrat.
HB er rættuliga kvaklast við síðstu løtuna. Eitt sindur av ampa kennist á heimaliðnum, sum ikki hevur megnað at staðfest sigurin.
85 min.
2-1
HB hevur verið púra niðurspælt higartil, men tað kennist framvegis soleiðis sum um, at avgerðin ikki er fallin, tí støðan framvegis er 2-1.
80 min.
2-1
Andreas Lava Olsen er komin inn í álopið hjá Víkingi. Heimaliðið er framvegis greitt omaná, men tað er spenningur í, tí munurin er bara eitt mál.
75 min.
2-1
Tróndur Jensen er komin á vøllin í staðin fyri Hanus Thorleifsson hjá HB
70 min.
2-1
Rókur av Fløtum Jespersen er komin á vøllin í staðin fyri Andrew av Fløtum hjá HB.
Kaj Leo í Bartalsstovu er komin á vøllin í staðin fyri Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi.
Eftir stórar misskiljingar í HB verjuni hava ágrýtnu víkingarnir tvær ferðir verið um reppið at skora.
65 min.
2-1
Víkingur er framvegis omaná, men tað hevur ikki eydnast heimamonnunum at økja um leiðsluna. Næst við vóru teir, tá ið bólturin brast í stólpan!
60 min.
2-1
Eftir støðugt trýst og fleiri hornaspørk hevur Víkingur skorað. Eftgir hornasparksinnlegg hevur miðverjin Erling Jacobsen lagt Víking á odda.
55 min.
1-1
Víkingur hevur eftir steðgin verið greitt omaná, og tað er Teitur Gestson í HB málinum, sum eigur heiðurin fyri, at tað framvegis stendur á jøvnum.
45 min.
1-1
Miðvallarin Sam Jacobsen hevur við vinstrabeinsskoti javnað eftir uppspæl í høgru og innlegg. Víkingur hevur rættuliga fingið tak á spælinum.
40 min.
0-1
Víkingur hevur síðstu løtuna rættuliga sett seg á spælið, og HB dúvar upp á møguleikar í skjótum mótálopum, ikki minst eftir long útspark frá Teiti Gestson. HB málverjin hevur verið sannur brandur, og einar tríggjar ferðir hevur hann bjargað, tá ið mótstøðumenn hava verið í uppløgdum støðum.
35 min.
0-1
Víkingur roynir at svara aftur, men HB er væl skipað í verjupartinum, og Teitur Gestson hevur havt fína bjarging.
25 min.
0-1
Eftir hornaspark setti miðverjin hjá HB, Rógvi Holm, bóltin í málið aftanfyri Geza Turi.
20 min.
0-0
Umstøðurnar eru vánaligar at spæla fótbólt, og bólturin er ofta uttanfyri vøllin.
Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi hevur sæð gula kortið.
5 min.
0-0
HB legði bragdliga fyri,og Andrew av Fløtum hevur longu havt góða skotroynd.
Nógvi vindurin darvar fótbóltsspælinum. HB hevur vindin eitt sindur undan.
Víkingur hevur svarað aftur, og eftir horna hevur HB verjan bjargað á strikuni.
Víkingur-HB kl. 15.00
Dómari: Georg N. Rasmussen
Víkingur: Geza Turi - Hjartvardur Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Símun Hansen, Sølvi Vatnhamar, Sam Jacobsen, Niclas Niclasen, Hans Jørgen Djurhuus - Finnur Justinussen
HB: Teitur Gestson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Fróði Benjaminsen, Magnus Egilsson - Rógvi Poulsen, Hanus Thorleifsson, Hallur Hansson, Kári Nielsen - Símun Samuelsen, Andrew av Fløtum
---
Liðugt
1-0 til B36
B68 hevði stóran møguleika at javna í síðsta sekundi. Eftir roynd frá Ndende og kontra stakk bólturin til Dion Splidt, sum høgdi til. Meinhard Joensen stórbjargaði!
5 minuttir lagdir aftrat vanligu leiktíðini!
90 min.
1-0
Tveir minuttir áðrenn vanliga leiktíðin var farin, eydnaðist tað B36 at fáa hol á. Toppskjúttin Lukasz Cieslewicz breyt ígjøgnum úr høgru, og tá ið hann kom í brotsteigin sendi hann bóltin framvið annars sera stinna Tórði Thomsen í B68 málinum.
Kenneth Jacobsen er komin inn á B36 miðvøllin í staðin fyri Heina í Skorini.
85 min.
0-0
B36 hevur sett Klæmint Matras inn á miðvøllin í staðin fyri Mahmud Suleiman. B36 hevur bóltin nógv meiri, men tað knípir hjá heimaliðnum at spæla seg til upplagdar møguleikar. Oftast verður blokerað, áðrenn tað gerst heilt vandamikið. B68 álopinum eru ikki minni vandamikil enn tey hjá B36. Kanska er meiri tyngd og broddur í hjá toftamonnum, tá ið teir søkja at B36 málinum.
65 min.
0-0
Dion Splidt er komin inn á B68 miðvøllin fyri Andre Olsen.
Í løtuni er meiri ferð og tyngd í B68 álopinum, enn tað er í B36 álopinum.
60 min.
0-0
Toftamenn hava verið vandamiklir í tveimum mótálopum, men í avgerandi løtuni hevur maðurin við bóltinum ikki tikið røttu avgerðina.
Óli Olsen er komin inn í B68 álopið í staðin fyri Keita.
55 min.
0-0
Eli Simonsen er skiftur inn á B68 miðvøllin fyri Remi Langgaard
50 min
0-0
B36 hevur fyrstu lítlu løtuna verið tvær ferðir framvið, men Tórður Thomsen í B68 málinum hevur bjargað. Verjan hjá toftamonnum er væl skipað.
Hálvleikur
0-0
Undan steðginum var B36 um reppið at fáa mál. Eftir hornaspark og blokering endaði bólturin hjá vinstra vongverja hjá B36, Símuni Joensen, men skotið hjá honum varð blokerað.
25 min.
0-0
Jónleif Højgaard hjá B68 var eftir 20 minuttir spældur púra leysur í høgru, men Meinhard Joensen bjargaði meistarliga væl.
10 min.
0-0
Tað er veðurgott í Gundadali, og tað ber væl til at spæla, hóast tað er eitt sindur av vindi.
B36-B68: kl. 15.00
Dómari: Lars Múller
B36: Meinhard Joensen Høgni Eysturoy, Jonas Flint Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen Heini í Skorini, Súni Olsen, Atli Danielsen, Mahmud Suleiman - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
B68: Tórður Thomsen Dánjal Pauli Højgaard, Christan Stockholm, Ndende, Niklas Joensen Jónleif Højgaard, Jann Ingi Petersen, Andre Olsen, Remi Langgaard Kristian Anton Andreasen, Keita
Nýggju spælararnir hjá B36, Atli Danielsen og Mahmud Suleiman, eru millum teir fyrstu ellivu, og tað ber við sær, at Klæmint Matras og Róaldur Jacobsen sita á B36 beinkinum.
---
Liðugt
1-3
Innskifti Stefan Kallsø umsetti við høvdinum hornasparksinnlegg til mál. So var 2-1 til EB/Streym, og tað restaði bara ein lítil løta. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, staðfesti Arnbjørn Hansen EB/Streyma sigurin. Harvið skoraði toppskjúttin hjá EB/Streymi sítt hattrikk.
65 min.
0-2
EB/Streymur gevur KÍ eina lektión í kontraspæli. Hóast EB/Streymur er undirmannað, so hevur tað eydnast at økja um leiðsluna. Málskjútti enn eina ferð var Arnbjørn Hansen, sum umsetti til mál eftir innlegg úr høgru.
KÍ hevur bóltin meiri enn gestirnir, men tað gongst illa at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
55 min.
0-1
Tíðliga í 2. hálvleiki hevur Arnbjørn Hansen eftir frísparksinnlegg lagt EB/Streym á odda.
Tað hava annars verið heimamenninir, sum hava havt bóltin mest, tó uttan at tað hevur eydnast teimum at fáa mál.
30 min.
0-0
Daniel Udsen hjá EB/Streymi er rikin av vølli fyri alt ov seint at takla vinstra vongverjan hjá KÍ, Sigmund G. Jacobsen. Sigmund hevur verið uttanfyri eina løtu, men nú er hann komin aftur á vøllin.
10 min.
0-0
Tað er nakað av vindi í Klaksvík, men vindurin darvar ikki so nógv fótbóltsspælinum.
KÍ-EB/Streymur: kl. 15.00
Dómari: Rúni Gaardbo
KÍ: Gunnar á Steig Jógvan Isaksen, Oddmar á Lakjuni, Sørmund Kallsø, Sigmund G. Jacobsen - Álvur F. Christiansen, Nenad Stankovic, Ivan Joensen, Høgni Madsen, Hjalgrím Elttør - Kristoffur Jakobsen
EB/Streymur: Rene Tórgarð Levi Hanssen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex Jose dos Santos Leif Niclasen, Pætur Dam Jacobsen, Sorin Anghel, Daniel Udsen, Hans Pauli Samuelsen - Arnbjørn T. Hansen
KÍ hevur framt fleiri broytingar, síðani heimatapið ímóti B71 á Summarfestivalinum.
---
Liðugt
2-0 til B71
Mikkjal Hentze staðfesti í síðstu løtu heimasigurin, tá ið hann var fyrstur á returbólti, eftir at Gudmund Nielsen hevði roynt seg.
85 min.
1-0
Gudmund Nielsen breyt ígjøgnum, og bólturin endaði í málinum hjá 07 Vestur. Málið varð skrásett sum sjálvmál. Tað vil siga, at sandoyingar eru við at vinna fyri aðru ferð í níggju dagar!
Hálvleikur
0-0
Eftir at gestirnir fyrstu stóru løtuna vóru leikliga omaná, so hevur heimaliðið ment seg síðsta korterið.
30 min.
0-0
10 min.
0-0
Tað er nógvur vindur á Sandi. Hann liggur upp á tvørs, og tað darvar fótbóltsspælinum.
B71-07 Vestur: kl. 15.00
Dómari: Rói Jacobsen
---
Liðugt!
1-1
80 min.
1-1
Eftir hornasparksinnlegg varð brotsspark framt ímóti júst Innskifta Kaj Ennigarð, og Bartal Eliasen umsetti trygt úr ellivu metrum.
NSÍ roynir at svara aftur!
65 min.
0-1
NSÍ hevur skift Fritleif í Lambanum inn fyri Jann Martin Mortensen, og síðani er Árni Frederiksberg komin á vøllin fyri Mamuka.
NSÍ hevur gott tak á verjupartinum og dúvar upp á skjót mótálop. ÍF hevur bóltin meiri, men tað eydnast ikki heimamonnunum at skjóta mál.
55 min.
0-1
Eftir ÍF álop hevur NSÍ skorað. Talan var um skjótt mótálop. Bólturin varð spældur fram til Christian Høgna Jacobsen, sum smekkaði til við vinstra beini. Bólturin tók í ein av verjumonnunum hjá ÍF, og so rullaði bólturin inn við stólpanum.
Hálvleikur
0-0
30 min.
0-0
ÍF hevur havt bóltin meiri, men NSÍ er sera vandamikið í skjótum mótálopum.
ÍF málverjin, Jákup Mikkelsen, fyllir 41 ár í dag. Bæði hjá honum og øllum hinum darvar tað, at vindurin er nógvur.
ÍF-NSÍ: kl. 15.00
Dómari: Petur Reinert
ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Uni R. Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Alexander Jovevic, Bogi Løkin, Høgni Zachariasen, Nenad Saric - Chris
NSÍ: András Gango Jónhard Frederiksberg, Petur Pauli Mikkelsen, Helgi L. Peteresen, Einar Hansen
Jann Martin Mortensen, Jústinus R. Hansen, Heðin á Lakjuni, Mamuka - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen