B36 og TB hava fult stigatal

KÍ legði rygg til 8-1 tap í Gundadali, og AB vann 2-0 í Sandavági

TB og B36 eiga fult stigatal, nú triðja umfar hevur verið á skránni í næstbestu fótbóltsdeildini í dag. Uppgerðin millum FC Suðuroy og Víking var útsett.

TB hevði vitjan av næstbesta liðnum hjá NSÍ, sum varð sent norður aftur við 3-1 tapi. Tausen menninir hjá TB skoraðu øll málini – Ragnar til 1-0 og 2-0 og Martin til 3-0.

B36 smurdi KÍ av 8-1. Klaksvíkingar løgdu seg framum, men í gott og væl tjúgu minuttir kring steðgin skoraði Gestur B. Dam hattrikk fyri B36, og so skrædnaði orduliga.

07Vestur megnaði ikki á heimavølli at gera nakað við teir næstbestu hjá AB, sum fóru úr Vágum við 2-0 sigri. Málini vóru skorað fram ímóti dystarenda.

Í fjør var næstbesta HB liðið leingi oddalið. Soleiðis er ikki í ár. Í dag legði HB seg beinanvegin framum á heimavølli ímóti EB/Streymi. Undan steðginum var 2-1 til gestirnar, og soleiðis varð úrslitið. Allan 2. hálvleik var HB undirmannað. Merkisvert er tað, at HB einki stig hevur fingið burturúr, nú trý umfør eru farin.

 

TB-NSÍ 3-1 (3-0)

1-0: Ragnar Tausen 20.

2-0: Ragnar Tausen 23.

3-0: Martin Tausen 38.

3-1: Debes Danielsen 66.

 

FC Suðuroy-Víkingur útsettur

 

HB-EB/Streymur 1-2 (1-2)

1-0: Tróndur Jensson 7.

1-1: Andru Poulsen br 35.

1-2: Jónstein Magnussen 45.

Reytt kort: Sverri Mohr Mortensen, HB, 45. (beinleiðis reytt)

 

07Vestur-AB 0-2 (0-0)

0-1: Gert Drangastein 72.

0-2: Magnus Egilsson 90.+3.

 

B36-KÍ 8-1 (1-1)

0-1: Lindi Gardar 22.

1-1: Gestur B. Dam 31.

2-1: Gestur B. Dam 47.

3-1: Gestur B. Dam 53.

4-1: Heini í Skorini 65.

5-1: sjálvm76.ál 74.

6-1: Tóki á Lofti

7-1: Benjamin Heinesen 85.

8-1: Sandri Færø 90.

Reytt kort: Asbjørn Tungá, KÍ, 84. (2 gul)

 

Støðan eftir 3 umfør (FC Suðuroy og Víkingur hava spælt tveir dystir:

TB og B36 9 stig

FC Suðuroy og AB 6 stig

Víkingur 4 stig

07Vestur og EB/Streymur 3 stig

KÍ 1 stig

NSÍ og HB 0 stig