Eftir fjórðingsfinalurnar í steypakappingini skírisdag er landskappingini á skránni aftur seinnapartin. Í morgun var omankava norðanfyri, men nú hevur sólin skinið, følvið er burtur, og tað verður sagt frá góðum líkindum at spæla fótbólt seinnapartin.
Eftir trý umfør eru tað fýra lið, sum framvegis bíða eftir fyrsta sigrinum. Millum hesi er B36, sum tríggjar ferðir hevur spælt javnt, og NSÍ, sum hevur tapt einaferð og tvær ferðir spælt javnt.
Skála, sum tvær ferðir hevur spælt javnt og tapt einaferð, hevur framvegis ikki funnið mótstøðumálið. Bara einaferð hava mótstøðuliðini skorað ímóti Skála.
07 Vestur hevur tapt tríggjar ferðir og einki mál skorað, meðan mótstøðuliðini hava skorað fimm mál ímóti 07 Vestur.
Meistararnir í Víkingi mistu hósdagin møguleikan í steypakappingini. Í landskappingini er Víkingur topplið. Oddaliðið er á veg norður til Margáir at vitja EB/Streym, sum hósdagin vísti fínt avrik í Gundadali ímóti HB, hóast tað endaði við tapi og harvið mistum møguleika í steypakappingini. Í landskappingini vann EB/Streymur fyri viku síðani 1-0 á heimavølli ímóti Suðringum. Hetta var fyrsti sigurin síðani uppflytingina.
NSÍ er á veg til Klaksvíkar. Einki er at siga til, at teir í Runavík longu kenna trýst á sær. Um tað ikki eydnast at vinna í dag, so er møguleiki fyri, at fjarstøðan fram til KÍ verður seks stig. Um tað eydnast NSÍ at vinna fulla úrtøku, so verður javnt millum teir gulu og teir bláu. Í fjør vann NSÍ tvær ferðir á KÍ í landskappingini – 3-1 í Klaksvík og 2-0 í Runavík. Tá ið KÍ fram móti summarsteðginum vísti meistaraspæl, varð NSÍ sent úr Klaksvík við 4-0 tapi.
Tølini siga, at tað gongur javnt á, tá ið stóru grannafeløgini í Gundadali hittast. Síðani 1998 hava tey dystast hálvthundrað ferðir í landskappingini. B36 hevur vunnið átjan ferðir, HB hevur vunnið sekstan ferðir, sekstan ferðir er tað endað javnt, og málmunurin er 75-73 B36 til fyrimunar. Higartil í ár hevur B36 spælt tríggjar ferðir javnt, meðan HB eftir 2-0 heimasigur á 07 Vestur hevur verið partur av teimum málleysur javnleikum – á útivølli ímóti Skála og ÍF.
HB er tvey stig undan grannunum, sum uttan úrtøku seinnapartin verða fimm stig aftanfyri teir reyðu og svørtu.
Skírisdag misti ÍF møguleikan í steypakappingini. Eftir 2-0 heimatapið ímóti KÍ snýr tað seg bara um landskappingina, har tað eftir tepurt 2-1 tap á útivølli ímóti Suðringum í fyrsta umfari tvær ferðir er endað við úrtøku á heimavølli – 3-1 ímóti EB/Streymi og 0-0 ímóti HB.
Í dag fær ÍF vitjan av 07 Vestur, sum hevur tapt tríggjar ferðir og sum einki mál hevur skorað. Eftir 2-0 tap í Gundadali ímóti HB hevur 07 Vestur tapt tvær ferðir á heimavølli 1-0 ímóti Suðringum og fyri viku síðani 2-0 ímóti KÍ. Vágamenn kenna seg hava havt marginalirnar ímóti sær í báðum uppgerðunum á heimavølli.
Skálamenn fyrireika seg til uppgerðina við Stórá í Trongisvági. Takið er at skora fyrsta málið í hesum kappingarárinum. Suðringar taptu fyri viku síðani fyri fyrstu ferð í landskappingini – á útivølli ímóti EB/Streymi. Skírisdag misti TB/FCS/Royn møguleikan í steypakappingini. Tað var eftir longda leiktíð og sera tepurt tap á útivølli ímóti NSÍ.
KÍ-NSÍ: Alex Troleis kl. 15.00
ÍF-07 Vestur: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
EB/Streymur-Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 15.00
HB-B36: Dagfinn Forná kl. 15.00
TB/FCS/Royn-Skála: Petur Reinert kl. 15.00
Støðan undan fjórða umfari
Víkingur 7 stig
TB/FCS/Royn 6 stig
KÍ og HB 5 stig
ÍF og EB/Streymur 4 stig
B36 3 stig
NSÍ og Skála 2 stig
07 Vestur 0 stig