B36 og KÍ eiga trý finalulið

Tá unglingarnir hjá B36 í kvøld vunnu tryggan 5-1 sigur í Fuglafirði móti ÍF, var somuleiðis greitt, at árstalsfelagið eigur trý lið í steypafinaluni í ár. Framman undan hava dreingjaliðið og Formulaliðið vissa sær pláss í finalunum. Uni Holm Johannesen, Torvald Abrahamsen og Johan Ellingsgaard, sum stóð fyri trimum, skutu málini hjá árstalsfelagnum.

Unglingarnir hjá KÍ vunnu mánakvøldið hálvfinaluna í Streymnesi móti EB/Streymi. Álvur F. Christiansen og Sámal Olsen komu á máltalvuna fyri klaksvíkingar. Hetta var triðja árið upp í slag, at KÍ eigur pláss í steypafinaluni hjá unglingum.

Gentur 14-17 og smágenturnar hjá KÍ hava eisini vunnið seg í finalurnar.