B36 og AB dømd at tapa sama dyst

Aganevndini í fótbólti er komin við einum merkisverdum og sjáldsomum úrskurði, har hon hevur dømt tvey lið í bestu kvinnudeildini at tapa sama dyst.

 

Ímóti endanum á kappingarárinum í fótbólti spældu B36 og AB ein dyst í Gundadali leygardagin tann 8. oktober, sum á vøllinum endaði við 3-0 sigri til AB.

 

Av tí at kappingin longu var avgjørd, samdust liðini frammanundan um, at B36 saktans kundi brúkt Rakul M. Johannesen og Mariu S. Mikkelsen, sjálvt um tær báðar áttu at havt karantenu, og at AB eisini kundi brúka Olgu Kristinu Hansen, sjálvt um spæliloyvið hjá henni lá í Íslandi.

 

Eingin kæra komin

Kappingarnevndin í fótbólti hevur síðani sjálv tikið málið upp – uttan at nakar hevur kært – og lagt tað fyri Aganevndina, sum nú er komin til ta niðurstøðu, at bæði B36 og AB verða dømd at tapa dystin 0-3.

 

Bæði B36 og AB hava í sínum hoyringssvarum greitt frá, at av tí at liðini ikki hildu tað hava so stóran týdning, nú kappingin longu var avgjørd undan seinasta dystinum í árinum, samdust tey um at lata hvønnannan brúka spælarar, sum ikki vóru lógligir.

 

Í úrskurði sínum sigur Aganevndin, at bæði liðini verðqa dømd at tapa, og at hvørt liðið fær 5.000 krónur í bót fyri avtalað spæl, sum skúgvar til viks galdandi reglur og andan um Fair Play.