Fótbóltur
Vit skrivaðu í leygardagsblaðnum, at fyri bæði EB/Streym og B36 var galdandi , at teir sunnudagin skuldu royna at fáa fótbóltslagið upp, eftir at gongdin seinnu umførini hevði verið eitt sindur tung hjá báðum. Ikki minst hjá B36,. sum eftir øllum at døma misti silvurið úr eygsjón ta ferðina, og nú sunnudagin mistu teir so helst vónina fyri heiðursmerkjum yvirhøvur.
Talan gjørdist nevnliga um javnleik á Eiði sunnudagin, og tó at árstalsfelagið aftur í dag man iðra seg, so er tað máltalvan, sum er avgerandi, tá úrtøkan fyri dystin skal gerast upp.
Long yvirvág
Tað var nevnliga B36, sum fyri tað allar mesta hevði eina greiða yvirvág á Eiði sunnudagin. Frá fyrsta bríksli royndu teir at leggja eitt stórt trýst oman móti heimamálinum, og tó at eingir beinleiðis opnir møguleikar spurdust burturúr, so lúrdi vandin alla tíðina, og nógvu deyðbóltarnir við horna- og frísparksstøður voldu heimaliðnum alskyns trupulleikar hesa løtuna.
Hinvegin var eisini greitt, at hóast hetta, so royndu tier hjá EB/Streymi alla tíðina at liggja framvið, tá møguleikin beyðst í kontrafasuni, og einar tvær ferðir gjørdust teir eisini mest sum leysir við Magnusi Poulsen, sum hesa ferð vardi málið hjá B36, uttan at hetta gav úrslit.
Í seinna hálvleiki helt greiða yvirvágin hjá gestunum fram, men leingi var tó líkt til, at tað ikki skuldi spyrjast nakað serligt burturúr hesum. Ikki fyrr enn eitt korter var eftir at spæla, eydnaðist loksins at fáa hol. Ein langur bóltur varð sendur niðan móti John Petersen, men verjan tóktist tó at hava tamarhald á, tá bólturin skuldi stútast burtur. Hann kom tó ikki longur enn til føturnar á Kenneth Jacobsen, og millum vínir og fíggindar fekk hann skot á, so bólturin fann vegin til meskarnar, og mundu havnarmenninir halda, at stigini vóru í pottinum.
Lumpaðu við frísparki
Eftir málið royndi EB/Streymur at umskipa liðið nakað, fyri at fáa meira álopsspæl í. Sorin Anghel hevði alla tíðina verið ytsti miðvallarin í vinstru, men hann varð nú fluttur niðan, og spakuliga fekst nakað meira av tyngd í álopi, hóast møguleikarnir ikki gjørdust teir stóru.
B36 tóktist at hava tamarhald á støðuni, men tríggjar minuttir fyri leiklok fekk EB/Streymur kortini javnað. Fleiri ferðir í ár hava teir sýnt stórt hegni í fríspørksstøðum, har tað serliga hevur verið ein ávíst kombinatión, sum hevur hepnast væl. Hendan varð eisini roynd fyrr í dystinum móti B36, og ivaleyst hildu teir svørt hvítu, at hon skuldi roynast aftur móti dystarenda. Í øllum førum tóktist múrurin at hugsa nógv meira um Ronnie Samuelsen enn bóltin, tá Ronnie royndi at renna seg leysan, og so smekkaði Eyðfinn Joensen bara til. Bólturin tók í múrin á vegnum, og tó at málverjin hevði hondina á, so var hetta ikki nóg mikið at forða útjavningini.
Mistu heiðursmerki
Eftir øllum at døma, so bara javnleikurin við sær, at B36 nú fer at standa uttan heiðursmerki, tá árið er liðugt. Fimm stig eru nú upp til NSÍ og KÍ, og tað skal vera løgið, um tey bæði ikki fáa okkurt stigið burtur úr teimum báðum seinastu umførunum, og hartil hava B36 sjálvir sera trupla uppgávu, tá teir komandi vikuskifti skulu spæla í Gøtu.
EB/Streymur slapp sær hinvegin enn eitt stig burtur frá niðurflytingarvandanum, og tó at matematiska óvissan enn er til staðar, so skal tað vilja heilt illa til, um teir skulu gerast partur í nøkrum upp- og niðurflytingardysti. Tað kann neyvan roknast við, at Skála ella TB skulu vinna báðar dystirnar, sum eftir eru, og í so máta er støðan hjá EB/Streymi helst hin sama, sum hon var undan dystinum, men tá var hon nú heldur ikki so galin. Tilveran í deildini tykist í øllum førum bjargað, og tað var væl eisini tað, sum teir á samansetta liðnum ætlaðu, tá farið varð undir fyrireikingarnar til árið.
Dysturin í tølum:
EB/Streymur-B681-1 (0-0)
0-1: Kenneth Jacobsen 75
1-1: Eyðfinn Jacobsen 87
Dómari: Oddmar Andreasen
EB/S: Gunnar á Steig ? Hallur Jacobsen, Knút Vesturtún, Andrzej Pacek, Eyðfinn Joensen ? Marni jurhuus, Ronnie Samuelsen, Jákup Martin Joensen, Sorin Anghel ? Jón Sigurð Gleðisheygg, Teitur Joensen
B36: Magnus Poulsen? Arnbjørn Danielsen, Egil Zachariasen, Jens Kristian Hansen ? Jákup á Borg, Klæmint Matras, Julian Johnsson, Kenneth Jacobsen ? Bárður Mortansson, John Petersen, Magni á Lakjuni










