B36 hevði í gjárkvøldið vitjan av norðurírsku meistarunum, Linfield. Eftir 0-0 í fyrra dystinum á Windsor Park í Belfast hevði B36 tryggjað sær eitt gott útgangsstøði, sum teir kundu gera nakað við á heimavølli. Linfield skapti í fyrra dystinum fleiri góðar møguleikar og misnýttu eitt nú eisini eitt brotsspark. Taktikkurin hjá B36, sum var at lata teir spæla breitt og umvegis innleggini bróta spælið niður, riggaði væl, og var nakað, teir í ein mun eisini hildu fast um í dystinum í Gundadali.
B36 hevði allar mans tøkar til dystin, meðan Linfield í fyrra dystinum fekk enn ein leikara skaddan og harvið hevði tilsamans fýra leikarar skaddar: Michael Gault, Philip Lowry, Alan Blayney og Albert Watson.
B36 myndaði dystin
Frá dystarbyrjan legði Linfield seg langt fram á vøllin í eini roynd at leggja trýst á B36 alt fyri eitt, men eitt uppsett B36-lið dugdi væl at sita tætt at mótstøðuleikarunum og at bróta spælið niður. Norðurírar vóru kvikir á bóltinum og spældu bóltin skjótt runt, men hetta nervaði lítið einum væl skipaðum B36-liði.
B36 var meiri beinleiðis í sínum uppspæli og skapti hetta í fleiri førum gott pláss. Fyrsta møguleikan fingu teir longu í 5. minutti, tá ið Súni Olsen sendi frísparksinnlegg til Lukasz Cieslewicz, sum tó ikki fekk ordiligt skot á bóltin og umvegis jørðina rakti beint omanfyri málið.
So var Linfield ávarað. Tað var nevniliga B36, sum var vandameira liðið og fekk nakrar málmøguleikar afturat. Súni Olsen fann eisini ein væl upplagdan Lukasz Cieslewicz umvegis hornaspark í 12. minutti, men stútarin hjá póllendinginum varð ruddað burt tætt við sjálva málstrikuna.
Stutt eftir hetta fekk B36 tveir góðar málmøguleikar afturat. Lukasz Cieslewicz var tað aftur, sum hesaferð stútaði beint framvið málinum, og minuttin seinni sendi Róaldur Jakobsen eitt gott langskot beint omanfyri málið.
Linfield fekk nakrar løtur, har teir vóru meiri á bóltinum, men teir høvdu ilt við at spæla seg ígjøgnum og fyrsta royndin hjá teimum kom tá ið út ímóti ein hálvur tími var farin. Hetta var ein stútari frá Peter Thompson, sum hevði lítla ferð á og endaði omanfyri málinum. Løtu seinnu høvdu teir sína seinnu málroynd, sum var eitt óneyvt langskot frá Daryl Fordyce, og tað var alt, sum kundi nevnast av teirra borði í fyrra hálvleiki.
Stutt undan hálvleiksbríkslinum fekk Róaldur Jakobsen bóltin í málið, men málið varð kolldømt. Hjálpardómarin metti, at Lukasz Cieslewicz undir sjálva upplegginum hevði verið aftanfyri baklinjuna við bóltinum. Eingin mótmælti hesi avgerðini.
B36 hevði størstu málmøguleikarnar í fyrra hálvleiki, og við meiri neyvleika høvdu teir sloppið til hálvleiks á odda. Soleiðis var tó ikki og hálvleiksstøðan var 0-0.
Jøvn dystargongd
Í seinna hálvleiki stríddust liðini dúgliga um at vinna sær bóltin á miðvøllinum, og var hetta við til at ikki nógvir málmøguleikar vóru. Linfield, sum annars legði bragdliga fyri í dystinum við at leypa á við nógvum monnum, var nú meiri varið og tók sær fleiri verjukend atlit í álopspartinum.
Hjá føroyameistarunum eydnaðist tað framvegis væl at leggja upp ímillum í uppspølunum hjá Linfield, sum ongantíð gjørdist vandameiri í málfeltinum enn nøkur hornaspark send inn higar.
Meðan B36 fyrsta korterið av seinna hálvleiki hevði lítla yvirvág og tilspældi sær nakrar vandastøður heldur enn beinleiðis málmøguleikar, so fekk Linfield eina góða løtu tá ið ein tími var farin. B36-leikararnir tóktist nakað troyttir hesa løtuna, og meðan teir nýttu eina løtu at aftur hugsavna seg og stríða tað síðsta, so hevði Linfield fleiri væl eydnað uppspøl, sum tó júst vórðu steðgað í tøkum tíma hjá B36.
20 minuttir fyri leiklok hevði Linfield sín besta møguleika í seinna hálvleiki, tá ið brotið varð ígjøgnum heilt fram til fáar metrar frá málinum. Meinhardt Joensen hálvbjargaði og Høgni Eysturoy fekk ruddað bóltin av vandaleið, áðrenn ein vakin Peter Thompson fekk førkað bóltin seinasta teinin inn um málstrikuna.
Átta minuttir fyri leiklok fekk Róaldur Jakobsen somuleiðis ein góðan møguleika, tá ið hann vann tamarhaldið á bóltinum eftir eitt frísparksinnlegg, langaði til og bara kundi síggja bóltin fara fáar sentimetrar omanfyri málið. Tað, at bólturin fór upp um og við síðuna av málinum, var alt ov gjøgnumgangandi hjá báðum liðunum, og er hesin vantandi neyvleikin helst eisini ein av orsøkunum til, at liðini í táverandi løtu ikki høvdu skotið eitt mál í tveimum heilum dystum.
Stórur spenningur
Einki mál kom afturat í vanligu leiktíðini, og við úrslitinum 0-0 í báðum dystunum var greitt, at farast mátti undir longda leiktíð.
Linfield var um reppið at leggja seg á odda longu tríggjar minuttir inn í longdu leiktíðina. Høgni Eysturoy fór skeivur av einum bólti og loyvdi Michael Carvill at renna nærmast púra leysur. Hann slapp eisini framvið Meinhardti Joensen, men tað gjørdist ov spískt og eftir eitt innlegg fekk B36 ruddað burt.
Bara minuttin seinni fekk Lukasz Cieslewicz størsta málmøguleikan hjá B36 í dystinum. Súni Olsen spældi hann í eina góða støðu, har hann við kvikleika sínum slapp framvið einasta eftirverandi mótsøðuleikara, men nakað úr høgru fór skotroynd hansara nakrar millimetrar frá handaru stong.
Einki mál kom í fyrru hálvu av longdu leiktíðini, og í seinnu hálvuni var troyttleikin av álvara farin at merkjast hjá leikarunum og máttu nakrir leggja seg við krampa. Tað var hesa løtuna langt ímillum keturnar hjá báðum liðunum og tá ið farið var í álop, vóru ikki nógvir leikarar runnir framvið til hjálpar.
Hetta førdi til, at ikki nógvir málmøguleikar vóru, og at tað líktist alt meiri eini brotsparkskapping. Mark McAllister fekk tó ein gyltan møguleika at gera enda á øllum í seinastu sekundunum av longdu leiktíðini, tá ið hann fekk greitt størsta møguleikan í dystinum. Hann stóð púra leysur fimm metrar frá málinum, men Meinhardt Joensen streyk úr málinum og stórbjargaði. Fá sekund seinni blásti dómarin dystin av og so var greitt, at ein brotssparkskapping skuldi avgera hvat av liðunum skuldi sleppa víðari til næsta umfar í Champions League.
Misnýttu tvey brotsspørk
Áskoðararnir sótu sum á nøglum, tá ið farið var undir brotssparkskappingina. Klæmint Matras varð settur at skjóta fyrsta sparkið, og hóast skotið var bæði hart og gott upp ímóti málhorninum, so framdi 19 ára gamli Ross Glendinning eina meistarliga bjarging og tryggjaði Linfield best møguligu byrjanina í brotssparkskappingini.
Øll skotini hjá Linfield-leikarunum sótu ósvikaliga trygg í málinum uttan møguleika hjá einum annars stórspælandi Meinhardti Joensen. Atli Danielsen, Súni Olsen og Róaldur Jakobsen skoraðu eisini í sínum royndum áðrenn Lukasz Cieslewicz skuldi halda lív í vónini við at gera tað til 4-4, hetta hóast Linfield í sparkinum aftaná kundi skjóta seg víðari í kappingini. Hetta gjørdist tó ongantíð neyðugt, tí skotið hjá Lukaszi varð bjargað og so kundu Linfield-hópurin savnast í einum trunka fyri at fegnast um at hava spælt seg víðari, meðan tøgnin valdi í Gundadali millum føroysku fjeppararnar.
B36 misti á stokkinum og eftir eitt annars frálíkt avrik var brotssparkskappingin ikki teimum blíð og teir vórðu sendir úr Champions League.
albinus@sosialurin.fo
B36 - Linfield 0-0 (0-0) (0-0 samanlagt)
- Linfield víðari eftir 4-3 í brotssparkskappingini
1. brotsspark: Klæmint Matras misnýtir, støðan er 0-0?2. brotsspark: Jim Ervin skorar, støðan er 1-0 til Linfield?3. brotsspark: Atli Danielsen skorar, støðan er javnleikur 1-1?4. brotsspark: Gary Browne skorar, støðan er 2-1 til Linfield?5. brotsspark: Súni Olsen skorar, støðan er javnleikur 2-2?6. brotsspark: Michael Carvill skorar, støðan er 3-2 til Linfield?7. brotsspark: Róaldur Jakobsen skorar, støðan er javnleikur 3-3?8. brotsspark: Brian McCaul skorar, støðan er 4-3 til Linfield?9. brotsspark: Lukasz Cieslewicz misnýtir og Linfield vinnur brotssparkskappingina 4-3!
B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Bárður Olsen (100. Klæmint Matras) Atli Danielsen, Súni Olsen, Róaldur Jakobsen - Jákup á Borg (74. Rasmus Dan Sørensen) (108. Dánjal Rói Olsen) Lukasz Cieslewicz??Linfield: Ross Glendinning - Jim Ervin, Steven Douglas, David Armstrong, Damien Curran - Daryl Fordyce (65. Brian McCaul) Robert Garrett, Jamie Mulgrew, Michael Carvill - Mark McAllister, Peter Thompson (77. Gary Browne)??Dómari: Suren Baliyan (Armenia)