B36 málverjin hevur fingið sekkin

Fótbóltur: Egin Høgnesen er farin at venja aftur, og ungverski málverjin verður sendur til hús aftur

Tíðarskeiðið hjá ungverska málverjanum, Janus Timar, í B36 gjørdist stutt. Landskappingardysturin í Klaksvík síðsta sunnudag var tann síðsti hjá honum fyri høvuðsstaðarfelagið, sum sunnudagin, tá NSÍ kemur í Gundadali, aftur fer at hava Egin Høgnesen í málinum. Egin hevur verið so mikið plágaður av ryggskaða, at hann hevur ikki fingið vant og harvið spælt í ár, men nú hevur hann verið til venjing nakrar ferðir, og so fær hann møguleikan.

Í útvarpinum á middegi í gjár vildi Kristian á Neystabø, formaður í B36, hvørki vátta ella avsanna tíðindini um, at ungverski málverjin verður sendur til hús, men hann váttaði, at Egin Høgnesen og Tróndur Vatnhamar verða nøvnini á málverjunum sunnudagin.

Frá góðum keldum í B36 vita vit, at venjarin, Tomislav Sivic, ikki hevur verið serliga væl nøgdur við avrikini hjá útlendska málverjanum, og dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir, var í Klaksvík. Amerikumaðurin í KÍ málinum stóð seg væl og hevði tvær heilt góðar bjargingar, meðan ungverski málverjin í B36 málinum stóð seg minni væl, og í B36 verður mett, at hann var beinleiðis orsøk til tvey av málunum, sum KÍ fekk.

Tað ber altíð til at spæla klókur aftaná, men avgerðin í B36 um at skifta málverja boðar frá, at teir halda seg ikki hava fingið úrtøku burturúr pengunum, sum teir hava latið fyri at fáa ein útlendskan málverja henda vegin, og tað er einki at ivast í, at í eftirmetingini av hesari royndini fer at verða mett um, hvussu væl umstøðurnar í sambandi við málverjan hava verið kannaðar, áðrenn hann var biðin um at koma hendavegin.