Heimasíðan hjá B36 skrivar, at eykamálmaðurin á Formulaliðnum, Jóan Pauli Jakobsen, breyt beinið í unglingadysti á Argjum mikukvøldið. - Hann brast saman við einum AB-leikara, og beinanvegin sást, at okkurt álvarsligt var á vási. Hann varð alt fyri eitt fluttur á Landssjúkrahúsið við sjúkrabili, og har varð í kvøld staðfest, at skinnabeinið er illa brotið. Jóan Pauli varð í gjár lagdur undir skurð, og roknast kann ikki við, at hann verður at síggja á vøllinum aftur í ár, skrivar heimasíðan hjá B36.









