B36 lúrir eftir gullinum

Í KÍ leita teir eftir málinum, sum teir mistu burtur fyri einum mánað síðani

Dreymurin um at vinna FM er ikki heilt burtur í B36. Tað ásannar liðformaðurin Odmar Færø:

-Tað hevði stóran týdning, at vit undan landsliðssteðginum við 3-2 sigri ímóti Skála tryggjaðu okkum pláss í europeisku kappingini næsta summar. Nú snýr tað seg um at vinna ímóti KÍ í dag og harvið at halda tørn um silvurplássið. Vit hava hundrað prosent fokus á okkara avbjóðing, sum verður ivaleysa stór ímóti KÍ. Men sjálvandi er tað spennandi fyri okkum, um NSÍ fer at megna at koppa Víkingi. Um tað eydnast, og um vit vinna, so verður tað ikki avgjørt fyrrenn leygardagin, og so verður tað heilt spennandi, sigur Odmar Færø.

Lukasz Cieslewicz er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið plágaður av skaða í lærinum.

Tað er ivasamt, um Høgni Eysturoy og Tórður Thomsen eru førir fyri at spæla.

Hannes Agnarsson er langtíðarskaddur.

 

Sekstanda september vann KÍ 6-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Síðani tá hevur KÍ spælt tríggjar dystir, sum allir eru endaðir við málleysum javnleiki. Tað vil siga, at KÍ hevur spælt 272 minuttir uttan at skora mál.

Páll A. Klettskarð skoraði fýra tey síðstu málini ímóti EB/Streymi. Síðani hava hvørki hann ella liðfelagarnir skorað.

-Vit eru fegnir um, at alt liðið hevur staðið seg væl í verjuspælinum, so einki mál er farið ígjøgnum, síðani 07 Vestur javnaði til 1-1 í síðsta minutti í Sørvági 24. august. Harvið hava vit hildið málið reint í fimm dystum ella í 540 minuttir. Men tað argar okkum, at vit ikki hava skorað. Vit hava spælt okkum til møguleikarnar, og tað hevði einki forgjørt verið, um vit høvdu fimm ella seks stig fleiri, enn vit hava, og so høvdu vit framvegis havt møguleika at vinna FM. Soleiðis er tað ikki, og nú vilja vit fegnir vinna silvurkrónurnar, sigur KÍ liðformaðurin Jonas Flindt Rasmussen.

 

So er neyðugt at vinna ímóti B36?

-Tað er einki at ivast í, at B36 er í góðum stima. Burtursæð frá svipsaranum í Sørvági hava teir vunnið fimm tær seinastu ferðirnar, og nú eru tað bara teir, sum hava møguleika at taka FM frá Víkingi,og tí møguleikanum fara teir sjálvandi at stríðast fyri, staðfestir KÍ liðformaðurin.

Tað kemur illa við hjá KÍ, at miðvallarin Semir Hadzibulic er leikbannaður.

 

Tá ið KÍ var gestur hjá B36 í øðrum umfari, var úrslitið 1-1. Í trettanda umfari – 18. juni – smurdi B36 KÍ av. Úrslitið í Klaksvík var 5-1 til B36.