B36 økt um leiðsluna

Eftir at klokkan í Gundadali var farin um teir 45 minuttirnar, eydnaðist B36 at økja um leiðsluna.

 

Teir fingu hornaspark, sum bleiv sent høgt inn fyri málið. Har var Mikkjal Thomasen hægstur og skallaði bóltin í netið. GÍ-leikararnir vóru í øðini um málið, tí teir hildu, at ein GÍ-leikari, sum skuldi skalla bóltin vekk av mállinjuni, bleiv hildin av einum B36´ara.