B36 kom á sigursslóðina aftur (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu B36 vann 4-1 á EB/Streymi, og hoyr Árna Frederiksberg seta orð á sigurin

##med2##

Aftaná 2-4 tap móti bæði HB og Víkingi var B36 omaná aftur við einum 4-1 heimasigri á EB/Streymi. 

B36 – EB/Streymur 4-1 (2-0)

1-0: Sebastian Pingel (17.)

2-0: Michal Przybylski (41.)

3-0: Michal Przybylski (51.)

3-1: Símun Sólheim (69.)

4-1: Meinhard E. Olsen (90.)

- Andras Olsen var ikki í miðverjuni hjá teimum. Tí vóru okkara menn í teirra brotsteigin nakrar sentimetrar hægri enn mótstøðumenninir, og tað bar tvey mál við sær, sigur Árni Frederiksberg, sum saman við liðfeløgunum harmast um, at Ragnar Samuelsen longu í fyrra hálvleiki noyddist skaddur av vøllinum.

- Nú eru teir flestu, sum plaga at vera í verjuni, skaddir, men tíbetur vísti tað seg, at aðrir kundu taka óvandar leiklutir á seg, sigur Árni Frederiksberg, sum endaði á vinstra vongverja, meðan Stefan Radosavljevic endaði í miðverjuni, sigur Árni Frederiksberg í samrøðu við Sjúrð H. Hoydal á FM1.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum fimm málunum, ið komu í dystinum í Gundadali í kvøld.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Árna Frederiksberg aftaná dystin. 

##ms##

(B36-EB/Streymur 4-1, hoyr málini og hoyr samrøðu við Árna Frederiksberg)