TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr seinna partin av fótbóltspanelinum, sum var á Rás2 í dag.
Í seinna partinum tók Trónd Arge samanum dystirnar, sum vóru í 8. umfari, og hann kom við sínum metingum um dystirnar, sum verða í 9. umfarinum sunnudagin. Tróndur Arge heldur, at B36 kann gott liva við einum javnleiki á útivølli ímóti Víkingi.
Tróndur Arge hevði eisini eitt lítið hjartasuff um, at kappingarskipanin hevur kroyst fýra dystir í Eysturoynni at verða somu klokkutíð, samstundis, sum fimti dysturin er skamt frá Eysturoynni í Klaksvík, har KÍ tekur ímóti B68.
Dystirnir í 9. umfarinum eru hesir :
ÍF-HB (Rás2 sigur frá dystinum)
Víkingur-B36 (Rás2 sigur frá dystinum)
Skála-TB
NSÍ-AB
KÍ-B68