KÍ hevur saman við Skála og Víkingi vunnið seg í hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið. Hjá KÍ kravdi tað longda leiktíð at vinna 4-3 á B36 í Gundadali. B36 var á odda 2-0 í steðginum. KÍ stríddi seg innaftur í dystin í seinna hálvleiki, og megnaði at javna til 2-2. Samstundis fekk Brian Jakobsen hjá B36 seinna gula kortið í seinna hálvleiki, og B36 mátti spæla longdu leiktíðina við 10 monnum. Í longdu leiktíðini kom KÍ á odda tvær ferðir, men seinnu ferð megnaði B36 ikki at svara aftur.
Skála vann 5-1 (3-0) á TB og Víkingur vann 10-0 (4-0) á B68.
TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum sjey málunum og dystarendanum.
B36 - KÍ 3-4 (2-2 - 2-0)
1-0 Eli Falkvard Nielsen (8.)
2-0 Brian Jakobsen (44.)
2-1 Darius Lewis (67.)
2-2 Aksel Bjartalíð Danielsen (89.)
2-3 Torbjørn Grytten (97.)
3-3 Ragnar Samuelsen (100.)
3-4 Jákup B. Andreasen (103.)
HER ber til at hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við liðskipararnar, Jákup B. Andreasen (KÍ) og Andrias Eriksen (B36).