Síðsta sunnudag legði B36 rygg til eyðmýkjandi 6-0 tap á útivølli ímóti Víkingi. So stórt skrædl hevði B36 ikki verið úti fyri síðani í 1991 ella í 32 ár. Eftir síðsta bríksl í Sarpugerði helt Dan Brimsvík, venjari hjá B36, fyri, at avrikið var av sovorðnum slagi, at hann og spælararnir fóru at biðja felagið og áskoðararnar um umbering.
Í dag er møguleiki í Gundadali at vísa, at avrikið síðsta sunnudag var undantak frá tí, sum teir í árstalsfelagnum megna. Tað er næstfremsta plássið, sum stendur upp á spæl, nú 07 Vestur er gestur í Gundadali.
Hjá B36 er Símun Sólheim leikbannaður, og Andrias H. Eriksen er framvegis skaddur.
07 Vestur er fyri aðru ferð í fýra dagar í Gundadali. Mikukvøldið var stuðulin frá við haldsfólkunum framúr, tá ið tað endaði við 2-1 tapi ímóti HB, og harvið bíðar 07 Vestur framvegis eftir fyri fyrstu ferð at vinna pláss í steypafinaluni.
Í landskappingini hevur 07 Vestur vunnið fleiri stig enn nakrantíð áður. Tað er greitt, at 07 Vestur er og verður á fimta plássi. Tí ræður tað um hjá Lars Arne Nilsen og hansara monnum at finna motivatiónina at vísa rætta hugburðin og framvegis at menna liðið.
Dánial Pauli Lervig, Uros Stojanov og Magnus Holm Jacobsen eru darvaðir av skaðum, og tí er ivasamt, um teir vera á liðnum í dag.
12. apríl vann B36 heimadystin ímóti 07 Vestur 3-2, og 7. august endaði tað 2-2, tá ið B36 var í Sørvági.