?Mad for It: From Blackpool to Barcelona: Football´s Greatest Rivalries by Andy Mitten?. Soleiðis eitur bókin, sum handlar um 26 grannauppgerðir í fótbólti, og eru hesar grannauppgerðirnar úr øllum Heiminum. Í millum allar tær stóru grannauppgerðirnar: Lazio-Roma, Rangers-Celtic, Boca Juniors-River Plate er eisini ein grannauppgerð, sum fótbóltsheimurin ikki hevur havt nógvan kunnleika til áður, men nú býðst høvið hjá fótbóltsfjepparum kring Heimin at gera seg kunnugar við hesa grannauppgerðina. Talan er um dystin millum B36 og HB, sum var leiktur 7. juli 2006. Ein dystur, sum B36 vann 6-0. Orsøkin til, at Andy Mitten hevur valt dystin millum B36 og HB fram um nógvar aðrar væl kendari grannauppgerðir í Heiminum er, at talan er um einastu friðarligu og vinarligu grannauppgerðina, sum Andy Mitten hevur upplivað, eftir at hava hugt eftir fótbólti í yvir 80 londum. Í ?3. hálvleiki? á Rás í morgin, sum verður sendur millum kl. 17 og 18.30 kann lurtarin hoyra eina samrøðu við Andy Mitten um m.a. hesa bókina ?Mad for It?, sum kemur út 4. august. Andy er úr Manchester, og hevur hann eisini eina góða viðmerking um dystin millum EB/Streym og Manchester City. Andy arbeiðir bæði fyri kenda fótbóltstíðarritið ?FourFourTwo?, og hann stjórnar eisini Manchester United ritinum, sum nevnist ?United We Stand?.