Jákup á Borg verður spælandi hjálparvenjari hjá B36 komandi kappingarár. Tað boðar heimsíðan hjá B36 frá í kvøld. Jákup er framvegis aktivur spælari og verður tí spælandi hjálparvenjari.
- Eg havi altíð havt ein lítlan venjara í búkinum. Seinnu árini havi eg eisini hugsað alt meira um hetta, tí tað er jú greitt, at tú ikki kanst spæla í allar ævir. Í vetur tók eg eisini av møguleikanum, tá royndir spælarar kundu taka B-skeiðið skjótari, enn tað annars er vanligt, og har havi eg fingið eina nógv størri fakliga bakgrund, sigur Jákup, sum tó ikki hevði roknað við slíkum møguleika longu nú.
- Tað hevði eg ikki. Men nú møguleikin vísti seg, so ivaðist eg onga løtu í at taka av. Eg eri heldur ikki bangin fyri, at hetta kann ávirka avrikini á vøllinum. Eg eri vanur við at hava ein aktivan leiklut, tá venjingar eru, og tað er undir øllum umstøðum Sámal Erik, sum hevur um stýrisvølin, so undir dystum komi eg neyvan at hugsa so nógv um hetta, sigur Jákup á Borg í samrøðu við heimasíðuna hjá B36.
Høvðusvenjari hjá B36 er Sámal Erik Hentze.










