B36 fekk heimavøllin

Fótbóltur: Tvey reyð kort settu sín keðiliga dám á ein annars undirhaldandi dyst, har bæði liðini vóru álopssinnað og í løtum spældu heilt góðan fótbólt. B36 vann 2-1 og fær tí sum vinnari av bólkinum heimavøll í fjórðingsfinaluni

Tað var stríðið um oddasessin í bólki 3, sum útspældi seg millum B36 og NSÍ í seinna dystinum í Gundadali sunnudagin.

Liðið, ið vann, vann eisini bólkin og fekk sostatt rætt til heimavøll í fjórðingsfinaluni.

Fyrr í kappingini høvdu liðini spælt í Runavík, og tann dystin vann NSÍ 3-1. Men hesaferð eydnaðist tað B36 at vinna, og sostatt spæla teir á heimavølli í fjórðingsfinaluni, sum verður móti? ja, NSÍ.

Liðini byrjaðu annars varliga, og eingin vildi gera nakað býtt fyrsta góða korterið. NSÍ hevði betri útgangsstøðu og kundi klára seg við javnleiki fyri at vinna bólkin, og tá so B36 spældi á heimavølli, var tað náttúrligt teir, sum høvdu bóltin mest, meðan útiliðið meira lá og bíðaði eftir einum útspæli frá vertunum.

Tað fall í eyguni, at B36 royndi seg nógv við skotum langt úti frá fyrstu løturnar. So at siga øll álopini endaðu við royndum, sum fóru út til málspark, og sostatt slapp NSÍ ongantíð veruliga at seta kontraálopini, teir lúrdu eftir, í gongd.

B36 fekk ein stóran møguleika, tá Carl Høgnesen, sum byrjaði í álopinum saman við John Petersen, bleiv spældur leysur mitt fyri, 15 metrar úr málinum, men hann skeyt langt uppum.

Fáar minuttir seinni var tað enn ein av fyrr umrøddu langskotum, sum setti hol á fyri B36. Pól Thorsteinsson royndi seg úr umleið 35 metrum. Hann rakti bóltin væl, men NSÍ málverjin Dejan Milanovic skuldi havt hann. Hann tveitti seg á høgru lið, men bólturin sníkti seg inn undir hann og fór í málið umvegis stongina.

Hetta var júst byrjanin, havnarliðið hevði hugsað sær, og løturnar eftir leiðslumálið spældu bronsuvinnararnir frá í fjør tað besta í dystinum.

NSÍ fylgdi væl við, men B36 hevði yvirvág, og tað var í lagi, at teir tvífaldaðu leiðsluna stutt fyri hálvleik.

Bólturin kom innfyri, NSÍ verjan skuldi sparka burtur, men rakti beint í høvdið á Carl Høgnesen, og bólturin endaði beint fyri fótinum á Jákupi á Borg, sum hevði lætt við at økja til 2-0.

Teir hjá NSÍ vóru misnøgdir, tí teir vildu vera við, at Jákup á Borg beint áðrenn innleggið kom, hevði gjørt fríspark, tá hann skrykti seg leysan av sínum uppdekkara. Teir høvdu eisini grein í sínum máli, men mótmælini hjálptu ikki, og so vóru teir aftanfyri við tveimum.


Bjargingarkransur

Men NSÍ fekk ein bjargingarkrans í seinasta minutti av hálvleikinum. Tað hevði verið eitt sindur harðligt til tíðir, serliga aftan á næsta málið, og tá Ninoslav Milankovic jarðlegði Óla Hansen, hevði dómarin bert reyða kortið í at velja.

Hetta loypti øði í B36 menninar, sum hildu, at frísparkið hjá Milankovic ikki var verri enn eitt, sum Jónstein Petersen hevði gjørt móti Jákupi á Borg fyrr í dystinum, men sum bert gav gult kort (takkling aftanífrá). Og eins og NSÍ hevði grein í sínum máli, tá B36 skoraði til 2-0, var eisini grund fyri mótmælunum hjá B36, tá jugoslaviski verjuspælarin bleiv útvístur.

Ikki tí, brotið hjá honum var greitt til útvísing, men linjan í dømingini var trupul at fáa eyga á.

Reyða kortið var tað seinasta, sum hendi í fyrra hálvleiki, og sostatt skuldi B36 spæla seinnu 45 minuttirnar við 10 monnum.


Eisini reytt til NSÍ

Yvirtalsstøðan hjá runavíkingum vardi tó bert tíggju minuttir. So gamal var seinni hálvleikur, tá eitt langt útspark frá B36 málverjanum Tróndi Vatnhamar endaði við, at Ronnie Samuelsen slapp einsamallur ígjøgnum. Tveir NSÍ-arar fóru aftaná, og tað bleiv spælandi venjarin Milan Cimburovic, sum togaði í neyðbremsuna. Reytt kort til hann, og av teimum trimum jugoslavunum, sum byrjaðu dystin, var nú bert NSÍ málmaðurin Dejan Milanovic eftir.

Hevði Ronnie Samuelsen sloppið at runnið víðari, hevði hann ivaleyst skorað til 3-0, og so hevði dysturin verið avgjørdur.

Í staðin bleiv tað rættiliga undirhaldandi við fleiri málmøguleikum til bæði liðini. Tað bleiv betri pláss á vøllinum, serliga hjá áleyparunum, og hóast B36 førdi 2-0, vóru teir framvegis álopssinnaðir.

NSÍ trýsti eisini frameftir, men tað var B36, sum gav teimum málið, sum birti vónina aftur. Hálvleikurin var komin í helvt, Bólturin bleiv sendur langt fram móti B36 málinum. Helgi Petersen elti, men B36 verjuspælarin og málmaðurin tóktust hava tamarhald á støðuni. Men teir misskiltu hvønnannan, bólturin fór ímillum teir, og so kundi Helgi renna hann inn til 1-2.


Brendi hart á

Málið var sum bensin á bálið. NSÍ fór sum vera man at satsa meira frameftir, og tað gav kjansir í báðum endum. Serliga var útiliðið ágangandi síðstu fimm minuttirnar. Sjúrður Jacobsen sendi eitt fríspark innfyri, sum eingin fekk fatur á, men stongin bjargaði B36 í tí førinum, og stutt seinni bjargaði tvørliggjarin B36 frá at gera sjálvmál, tá nógv fólk var inni í brotsteiginum.

Men fleiri mál komu ikki, og í síðsta enda var B36 sigurin ? við hjálp av eitt sindur av hepni ? uppiborin í einum dysti, sum mundi blivið ein sonn marra hjá dómaranum. Tíbetur fyri hann og fyri dystin bleiv spælið ikki so hart í seinna hálvleiki, og tá avtornaði, var tað góða spælið hjá B36 í seinnu helvt av fyrra hálvleiki, sum gjørdi munin.

Úrslitið hevði við sær, at B36 fær heimavøll í fjórðingsfinaluni móti NSÍ sunnudagin 2. mai.