Tað vóru 15 hitastig og sum dysturin leið nakað váttligt á Windsor Park týskvøldið, har heimaliðið Linfield bjóðaði føroyameistarunum úr B36 vælkomnum í fyrsta undanumfarinum í Champions League. Linfield hevði nakrar skaðar at dragast við áðrenn dystin, og var eitt nú ungi Ross Glendinning í málinum ístaðinfyri Alan Blayney.
B36 hevði hinvegin allar mans tøkar til dystin. Odmar Færø, sum var ein av stinnastu leikarunum hjá B36 í fjør, er júst komin heim aftur úr Skottlandi og byrjaði í miðverjuni saman við Jonasi Flindt Rasmussen, sum júst er komin fyri seg eftir ein skaðasteðg.
Yvirlivdu brotsspark
Tað sást frá dystarbyrjan, at Linfield ikki er mitt í teirra kappingarári og at flestu leikararnir júst eru komnir heim aftur úr summarferiu. Longu í 6. minutti fekk liðskiparin hjá Linfield, Jamie Mulgrew, gult kort fyri eina alt ov seina og harða takkling ímóti Róaldi Jakobsen. Frísparkið, sum var langt útifrá, sendi Súni Olsen við nógvari ferð beint við síðuna av málinum.
Tað var annars gjøgnumgangandi fyrsta korterið ella so, at heimaliðið ikki júst fekk spælið at hanga saman vegna óneyvar spælingar. Hetta var eisini nakað, sum venjarin, David Jeffrey hevði gramt seg um undan dystinum - tað, at leikarar hansara ikki vóru í dystarformi.
Sum fyrri hálvleikur leið kom Linfield tó væl betur við í dystin, og hevði Meinhardt Joensen nógv at gera við at bjarga bóltar út til hornaspark.
Seks minuttir fyri hálvleik gjørdist Meinhardt Joensen aftur lyklamaður, tá ið hann bjargaði einum brotssparki, sum Linfield fekk tillutað eftir at Jonas Flindt Rasmussen hevði felt Jamie Mulgrew í brotsteiginum. Hann bjargaði einum hørðum skoti frá málslúkaranum, Peter Thompson.
Hálvleiksstøðan var 0-0.
Hildu tað heim
Seinni hálvleikur var ikki meiri enn tveir minuttir gamal, tá ið Mark McAllister sendir eitt ávaringarskot úr 20 metrum beint framvið málinum. Hetta var ávaringarskotið til ein hálvleik, har Linfield sat á so at siga øllum. Verjuskipanina hjá B36 høvdu teir tó ikki lykilin til at lata upp, og stóð skipanin seg sum heild væl og útihýsti Linfield frá teimum heilt stóru málmøguleikunum.
Tað sást á Linfield-leikarunum, at teir vóru um at ótolnast eftir at fáa hol á málskjótingina, sum kundi lagt lunnar undir eitt gott útgangsstøði til returdystin.
Hinvegin var Lukasz Cieslewicz hjá B36 tætt við, tá ið hann í einum mótálopi í vinstru síðu setti mikla ferð á, tók bóltin við sær inn inn ímóti miðjum vølli og royndi seg við einum fløtum skoti. Bólturin stakk á uttaru síðuna av stongini og so var vandin av.
Tað var hvørki nógv ferð ella glið á spælinum hjá Linfield. B36 dugdi væl at taka luftina úr dystinum við fleiri smáum fríspørk, somuleiðis sum tey nógvu hornaspørkini hjá Linfield tók eitt sindur av luft.
Stríðsmenn sum Rasmus D. Sørensen, Heini í Skorini og Klæmint Matras vórðu í seinna hálvleiki settir á vøllin at halda 0-inum, og tað mátti sigast at hepnast væl. Hóast Linfield var greitt meiri á bóltinum, so funnu teir ongantíð seinastu fríspælingina til at fáa latið B36-verjuna upp, og máttu teir eftir seinasta bríkslið í dystinum bara ásanna, at trýstið var úrslitaleyst. Dysturin endaði nevniliga við 0-0-javnleiki.
B36 hevur við málleysa javnleikinum tryggjað sær eitt gott útgangsstøði undan returdystinum, sum verður spældur á Ovara Vølli í Gundadali komandi týsdag kl.18.
albinus@sosialurin.fo
Linfield - B36 0-0 (0-0)
Linfield: Mark Glendinning - Daryl Fordyce, Steven Douglas, Albert Watson (46. David Armstrong) Jim Irwin - Damien Curran, Jamie Mulgrew, Brian McCaul (65. Michael Carvill) Robert Garrett - Mark McAllister, Peter Thompson (74. Matthew Tipton)
B36: Meinhardt Joensen - Høgni Eysturoy, Odmar Færø, Jonas Flindt Rasmussen, Símun Joensen - Bárður Olsen (84. Heini í Skorini) Atli Danielsen, Súni Olsen, Róaldur Jakobsen - Jákup á Borg (67. Rasmus D. Sørensen) Lukasz Cieslewicz (90. Klæmint Matras)
Dómari: Wim Smet (Belgia)