Sumbingar vór?u rendir um koll og komu ikki fyri seg aftur, eftir at teir høvdu gjørt sjálvmál
B36 vísti su?uri á Krossinum í Sumba, at ta? er álvari aftanfyri, tá ta? ver?ur rokna? vi?, at teir fara at vera millum li?ini, sum fara at strí?ast um gull krónurnar.
Í Sumba høvdu teir eina óvanliga álopskenda útgangsstø?u. Í mi?verjuni høvdu teir tríggjar gó?ar bóltspælarar (Arnbjørn, Pól og Jens Kristian), og so høvdu teir tveir og ofta tríggjar og onkuntí? f?ra menn í fremstu rø?, me?an Jan Guttesen og Djóni N. Joensen tóku sær av meiri verjukenda mi?vøllinum.
Birgir Jørgensen, spælandi venjarin hjá Sumba, hev?i sett Bibi til burturav at fylgja John Petersen, og ungi Mortan úr Hørg hev?i til uppgávu at hanga í Jákupi á Borg. Jákup á Borg arbeiddi alla tí?ina sum ein hestur, og ofta var hann afturi á mi?vøllinum fyri at fáa bóltin fram.
Málini
Sumbingar fingu ringastu byrjanina, sum hugsast kann. Ta? vóru bara f?ra minuttir farnir, tá Bibi var so óheppin at gera sjálvmál. Hann skuldi skjóta innlegg burtur, men rakti so miki? illa, at bólturin skrúva?i afturum hann sjálvan og ni?ur frammanfyri málverjanum, sum fór at ivast í, um hann hev?i loyvi at taka bóltin, ella um hann skuldi sparka burtur. Hann royndi at temja vi? lærinum, og bólturin trilla?i spakuliga í kassan.
Men seks minuttir seinni javna?i Sumba, sum beint frammanundan hev?i havt ein stóran møguleika í snarálopi. Málskjútti var Velkovic, sum kom einsamallur vi? Tróndi Vatnhamar, eftir at Birgir Jørgensen hev?i lyft inn um verjuna. Tá sumbingar beint frammanundan høvdu brent, var uppskriftin akkurát tann sama
Korter var fari?, tá B36 kom framum aftur, og so gekk skjótt. Næsta máli? kom eftir horna og út frá. Tá bólturin kom innfyri aftur var Carl H. Høgnesen fyrstur á og stúta?i í kassan. Øssur Hansen, sum var sera framrætta?ur í vinstru, økti til 3-1, og skora?i harvi? sítt fyrsta mál í landskappingini fyri B36. Djóni N. Joensen stúta?i til 4-1, og beint undan ste?ginum setti Jákup á Borg hol á málskjótingina hjá sær í 1999.
Í 2. hálvleiki var B36 meiri toli? og vardi um sigurin, sum teir so at siga longu høvdu vunni?. Sumba, sum hev?i unga Kristian Olsen í høgra verjubor?i og Mortan úr Hørg í mi?verjuni, royndi at tr?sta, og teir høvdu royndir móti málinum uttan at Tróndur Vatnhamar var settur á stórar royndir.
B36 dúva?i upp á snarálopini, og tá tjúgu minuttir vóru eftir sta?festi Jákup á Borg rimmar sigurin, sum ger, at teir liggja fremstir eftir at eitt umfar er fari? afturum. Jákup á Borg gjørdist púra einsamallur og sneiddi Rúna Lisberg í málinum av, á?renn hann
Sumba-B36 1-6 (1-5)
Sumba: Rúni Lisberg - Kristian Olsen, Mortan úr Hørg, Páll Magnar Kjærbæk, Marlon Kjærbo, Sonny Kjærbo - Nikola Biberdzic, Spasojé Biberdzic, Dánial Johan Joensen - Birgir Jørgensen, Nebojsa Velkovic
B36: Tróndur Vatnhamar - Ronnie Samuelsen, Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen, Jens Kristian Hansen - Jan Guttesen, Djóni N. Joensen, Øssur Hansen - Carl H. Høgnesen, Jákup á Borg, John Petersen