B36 fann motivatiónina í miðlunum

B36 var undan hesum kappingarárinum av fleiri skýrt til at fáa tað trupult. Við frágongdini av millum annað Dmitrije Jankovic, Odmar Færø og Alex José Dos Santos var ikki mett, at árstalsfelagið fór at vera við í oddinum. Útsagnir, sum Sam Malsom og liðfelagarnir hava funnið motivatiónina í.

- Eg haldi, at forsagnirnar hjá fótbóltsserfrøðingunum undan kappingarárinum vóru ein góð motivatión til okkum at prógva, at teir fara skeivur. Allar helst hildu teir, at vit fóru at hava eitt vánaligt kappingarár, tí vit hava mist tríggjar verjuprofilar, men vit meta sjálvir, at liðið hjá okkum er gott, og tað er tað, sum telur, sigur Sam Malsom við heimasíðuna hjá B36.

Framherjin var seinasta sunnudag millum mest eyðsýndu leikararnir í Gundadali, tá NSÍ vitjaði. Onglendingurin stóð fyri báðum málunum hjá árstalsfelagnum, sum tá avtornaði tapti 3-2.