B36 gjørdi uppgávuna hjá sær óneyðuga trupla, tá teir í dag tóku móti Skála.
Fyrsta hálva tíman sótu vertirnir á tí nógva, men mál fekst tó ikki burtur úr royndunum. Og tá Mikkjal Thomasssen beint fyri hálvleik fekk sítt næsta gula kort gjørdist talan um mótbrekku hjá B36 eftir steðgin.
Nú var tað eisini Skála, sum hevði bóltin meira, men eftir 17 minuttum kom B36 tó framum. Santos hevði stutt undan havt eitt drønfríspark á samankomingina, og tá hann hesa ferð legði innfyri, ferðaðist bólturin aftur til handara stólpa og stakk í málið.
Eftir hetta royndi B36 at halda fast, fyri síðani at dúva upp á kontra. Trýstið frá Skála tóktist vera hæsað av, men eitt mistak frá Fróða Benjaminsen førdi brádliga við sær, at Slavisa Kaplanovic gjørdist púra leysur, og hann prikaði bóltin í netið til endaliga úrslitið.
B36-Skála 1-1 (0-0)
1-0: Alex José dos Santos, 62.
1-1: Slavisa Kaplanovic, 82.