Fjórða árið á rað og fyri fjórðu ferð í alt fór B36 av Svangaskarði við øllum trimum stigunum. Og hóast gestirnir ikki høvdu bóltin stórt meiri enn vertirnir, so var sigurin sannførandi.
B68 megnaði ikki at seta B36 verjuna undir trýst. Teir báðir álopsmenninir vóru hildnir í stuttum tjóðri av Mikkjali Thomassen og Herberti í Lon Jacobsen. Hóast vongspælararnir hjá B36 vóru so framrættaðir menn sum Bjarni Prior og Magni á Lakjuni, so var tað í 1. hálvleiki so eiðasørt, at B68 megnaði at bróta ígjøgnum í borðunum. Tað royndist eitt sindur betur í 2. hálvleiki, tá Øssur Jacobsen (kom í 1. hálvleiki inn fyri skadda Eyðstein Skipanes) fleiri ferðir streyk til baklinjuna í vinstru og sendi krossbóltar í brotsteigin, men tað spurdist einki burturúr, m.a. tí Egil Zachariasen dugdi sum aftasti maður væl at lesa spælið.
Jan Guttesen arbeiddi sum ein hestur mitt á B36 miðvøllinum, og Ronnie Samuelsen tykist rættuliga at hava fingið høvdið fyri seg á framrættaða miðvallarplássinum.
Jens Kristian og høgra beinið
At tað var dyggur smeitur hjá B68, at treiski veteranurin, Jan Petersen, ikki var við, var sjón fyri søgn. Høgra verjuborð var sum ein opnahjallur. At miðvøllurin í høgra borði var ússaligur í verjupartinum gjørdi fyritreytirnar hjá B36 uppaftur betri, og hvítklæddu menninir tóku av.
Tá teir komu á odda eftir fýra minuttir, stóð Jens Kristian Hansen púra leysur við handara stólpa, eftir at ein B68 verjuspælari hevði snittað frísparksinnlegg úr høgru frá Bjarna Prior víðari.
Og tá liðformaðurin á landsliðnum eisini økti til 2?0, var tað eftir uppspæl í vinstru. Eitt sindur frammanfyri miðstrikuna fangaði B36 vánaligt útspark frá B68 málverjanum, spælt varð í vinstra borð, har Ronnie Samuelsen og Magni á Lakjuni vóru fadrar. Hesin seinni nevndi legði innfyri til John Petersen, sum ætlaði at snara um seg sjálvan og royna móti málinum. Hetta eydnaðist ikki, og so legði John út frá til Jens Kristian Hansen, sum úr 21 metrum og við høgra beini sendi flatt dygst úti við stólpan.
Jákup á Borg brendi
Fram til seinna málið, sum kom í 36. minutti, hevði B36 givið eitt sindur av vøllinum frá sær. Aftaru menninir hjá B68 fingu loyvi at spæla ímillum sín, men tað eydnaðist ongantíð at gerast vandamiklir frammi á vøllinum. Marcello Marcellino legði eina ferð innfyri til Súna Fríða Johannesen, sum við veikum stútara rakti tvørtræið, men Tróndur Vatnhamar varð ongantíð noyddur rættuliga at vísa, hvør dugur er í honum sum málverji í 1. deild.
At B36 fekk tvey mál í 1. hálvleiki var í minna lagið. Tað kann serliga Jákup á Borg, sum fyri tað mesta helt seg í høgru, skriva undir uppá. Tríggjar ferðir misnýtti hann stórar møguleikar. At hann í 16. og 32. minutti megnaði at fáa bóltin uppum var næstan ófatuligt.
John enn eina ferð
Síðani John Petersen í 1997 fór at spæla við B36, hevði hann í seks landskapingardystum móti B68 skorað níggju mál, ella í miðal 1,5 mál. Aftur sunnudagin var hann dýrur fyri toftamenn. Í útgangsstøðuni var John Petersen álopsmaður, men hann tók dúgliga lut í uppbyggjandi spælinum.
Níggju minuttir eftir steðgin slerdi John Petersen B36 sigurin rimmar fastan. Magni á Lakjuni, sum tað átti at verið pláss fyri longri frammi á vøllinum, legði innfyri úr vinstru, og John Petersen smekkaði bóltin í handara stólpan, áðrenn hann fór í kassan.
Ein undur í, at lagið var gott á sólsíðuni, har høvuðsstuðulin hjá B68, Føroya Tele, forvann sær nøkur oyru. Samrøðurnar um fartelefonirnar og suður í høvuðsstaðin vóru nógvar.
Ikki sannførandi
Á Toftum vilja teir fegnir standa seg betri, enn teir hava gjørt síðstu sjey árini. Í ár tykjast teir hava fólk og venjara til tað, men avrikið sunnudagin boðaði ikki frá góðum.
Øssur Hansen var við í nógvum á miðvøllinum, men hann hevði ikki nógvan stuðul ? heldur ikki frá landsliðsfelaganum, Fróða Benjaminsen, sum annars hevur havt eitt gott kappingarár higartil í ár.
Brasiliumenninir stóðu saman við nógvum av hinum veikir í myndini. Jákup Eli Olsen stríddi seg tólv minuttir fyri leiklok til fyrstu veruligu skotroyndina. Úr 20 metrum sendi hann nett í sama stað, sum bólturin fór, tá B36 økti til 2?0.
Eftir at B68 hevði minkað um munin, fluttu teir fólkið longri fram á vøllin. Hetta bar nógvar møguleikar við sær í báðum endum. B36 menninir vóru ofta tríggir móti einum verjuspælara, men teir megnaðu ikki at fáa mál.
Jann Ingi Petersen er ein av ungu toftamonnunum. Hann kom á vøllin í 2. hálvleiki, og avrikini hjá liðfeløgunum sunnudagin kundu bent á, at ungi og evnaríki maðurin fer at fáa meiri spælitíð í komandi dystunum.
B68?B36 1?3 (0?2)
0?1: Jens Kristian Hansen 5.
0?2: Jens Kristian Hansen 36.
0?3: John Petersen 54.
1?3: Jákup Eli Olsen 78.
B68: Magnus E. Poulsen ? Mannbjørn Nesá, Jan Dam, Arnbjørn Danielsen, Jákup Eli Olsen ? Marlon Jorge, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, Eyðstein Skipanes ? Marcello Marcellino, Súni Fríði Johannesen
B36: Tróndur Vatnhamar ? Mikkjal Thomassen, Egil Zachariasen, Herbert í Lon Jacobsen ? Bjarni Prior, Jan Guttesen, Ronnie Samuelsen, Jens Kristian Hansen, Magni á Lakjuni ? Jákup á Borg, John Petersen