Í triði síðsta umfarinum í fjør var B68 í Gundadali. Tá stóð nógv upp á spæl. Teir stríddust við HB, og tað var møguleikin fyri at vinna meistaraskapin, sum teir arbeiddu fyri. Ta ferðina var B68 við undirlutan.
Í dag er B68 aftur í høvuðsstaðnum. Nú stendur bara æran upp á spæl. Mánakvøldið varð tað greitt, at B68 næsta kappingarár skal spæla í 2. deild. Teir hava ongan møguleika at røkka næstaftasta plássinum.
Tað er greitt, at Anderson, sum seinastu ferðirnar hevur skorað hvørja ferð, ikki verður í B68 álopinum. Eftir reyða kortið móti EB/Streymi er hann leikbannaður. Jákup Eli Olsen var leikbannaður mánakvøldið. Hann er tøkur aftur.
Hvussu tað verður við fólki næsta ár, og um Trygvi Mortensen fer at halda fram sum B68 venjari ella ikki er einki likið út um enn. Tað eru bara fýra dagar síðani, at fyrsta niðurflytingin hjá B68 úr bestu deildini gjørdist veruleiki.
Silvur omaná silvur
Í fjør vann B36 silvur, og í dag fara teir at fáa eitt nýtt sett av silvurmerkjum. Tað er greitt, at John Petersen ikki verður við í dag. Hann fer av landinum seinni í hesum mánaðinum, og um hann skal hava møguleika at royna fótbóltsevnini á flatlondum nú í heyst, so er tað sambært ásetingunum ikki loyvt honum at spæla við í síðsta umfarinum í føroysku kappingini.
Tað hevur ljóðað, at fleiri av B36 spælarunum hava hugsað um at gevast, og enn hevur einki verið at frætt um, um Jóannes Jakobsen fer at halda fram sum venjari ella ikki. Spælararnir, sum tað hevur ljóðað hava umhugsað at seta skógvarnar á hillina, eru innkarneraði B36 maðurin Jens Kristian Hansen, Jens Erik Rasmussen, sum hevur spælt millum lítið og einki í ár, Jóhannis Joensen, Egil á Bø og Allan Mørkøre. Ivaleyst fer onkur av hesum at gevast, men tað er einki at ivast í, at onkur teirra aftur fer at verða at síggja næsta ár.