B36 er uttan áleypara - skaðar og loyvi ávirka

Conference League: Tað var ikki nokk hjá KÍ at skjóta trý mál í gjár, men tað kann tað blíva hjá B36 í kvøld

Mynd: (B36)

B36 skal í kvøld klokkan 18 spæla móti FK Borac Banja Luka úr Bosnia Hersegovina í 1. umfari í Europa Conference League kappingini. B36 tapti fyrra dystin 2-0, men KÍ vísti í gjár, at tað ber til at skjóta trý mál móti sterkari mótstøðu í 3-1 sigrinum á Bodø/Glimt. Tað var bara akkurát ikki nokk at koma víðari.

 

Ferð heim úr Bosnia Hersegovina bleiv væl drúgvari enn ætlað. B36 yvirnáttaði í Norra, og komu ikki til Føroya fyrr enn sunnukvøldið. Síðani hevur felagið lagt áleyparan Rasmus Nissen afturat hópinum, og Hannes Agnarsson er farin frá at verða útleigaður til B36, til at gera hálvt annað ára sáttmála.

 

Danski áleyparin verður tó ikki við í kvøld, tí tað er ikki loyvi at skráseta ein spælara mitt í einum umfari. Hartil hevur Brian Jakobsen vant millum lítið og einki, eftir at hann fekk ein fipur í dystinum í Sarpugerði móti Víkingi.

 

- Brian er við á bonkinum sum ein jokari. Benjamin Heinesen og Andrias Eriksen hava onkrar smærri snuddir, men eru tøkir. Andrass Johansen er klárur, men er ikki í optimalari venjingarstøðu. Hann kann spæla um 30 til 40 minuttir. Annars eru allir hinir tøkir, sigur Dan Brimsvík, venjari hjá B36.

 

FM1 hevur beinleiðis frásøgn úr Gundadali í dag frá klokkan 17.45. Dysturin byrjar klokkan 18. Vinnarin av uppgerðini skal møta vinnaranum av uppgerðini millum Tre Fiori úr San Marino og Fola Esch úr Luksemborg.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Mynd: (B36)