B36 er styrkt

Bárður Mortansson er komin úr HB, og í vikuni koma tveir rumenskir leikarar til árstalsfelagið

Fótbóltur

Leingi hevur verið gitt um, hvørjar ætlanir B36 hevur um at styrkja um leikarahópin til komandi kappingarárið. Av hópinum, sum í fjør gjørdist føroyameistari, hevur talan fyri tað mesta verið um frágongd higartil, men nú er brádliga vent í holuni

Úr HB í B36
Leygardagin skrivaðu B36 og Bárður Mortansson undir avtalu, sum bindur álopsleikarin at árstalsfelagnum komandi kappingarárið.
Bárður hevur annars verið HB?ari øll síni fótbóltsár. Hann kom á besta liðið í felagnum í 1998, og tó at hann altíð ikki hevur eins fastur millum teir fyrstu ellivu, so hevur hann átt pláss í hópinum síðani.
Sjálvur vil Bárður ikki siga nakað um orsøkina til, at hann nú fer at royna seg í B36, men fyri Sosialinum váttar hann tó, at skifti nú er veruleiki.

Har afturat fær B36 í vikuni tveir rumenskar leikarar. Vit hava áður nevnt, at felagið hevur gjørt avtalu við ein leikara, sum meira ella minni er ætlaður sum avloysari hjá Jan Guttesen. Navnið á hesum er Dino Sando, og kemur hann ætlandi til landið mikudagin.
Saman við honum kemur ein annar rumenskur leikari, men hesin er ikki heilt nýggjur í føroyskum fótbóltshøpi. Talan er um Iulian Florescu, sum annars hevur leikt við B71 seinnu árini. Bæði í fjør og í fyrraári var hann tó sera nógv plágaður av skaðum, men í B36 vóna tey, at hetta nú er søga, og at Florescu alt komandi árið fer at styrkja um miðvøllin hjá meistarunum.
Kristian á Neystabø, formaður í B36, sigur, at við hesum hevur felagið fingið endaliga leikarahópin upp á pláss til komandi avbjóðingarnar.