Tað er einki at ivast í, at tað er eitt B36-lið, ið er ógvuliga svangt eftir stigum, ið kemur suður á Sevmýri at vitja uppflytararnar sunnudagin. Hinvegin stendur TB seg vanliga væl á heimavølli, og teir hava gott mót til dystin móti árstalsfelagnum.
Obe verður við
Tá ið B36 noyddist at lúta fyri NSÍ 2. páskadag, var nýggi suðurafrikanski framherjin, Obe, ikki við á liðnum, tí at pappírini hjá honum ikki vóru komin í rættlag. Nú skuldi hesi viðurskifti verið komin upp á pláss, so hann er ivaleyst við í hópinum sunnudagin. Somuleiðis er væntandi, at krumtappurin á miðvøllinum, Klæmint Matras, verður klárur sunnudagin, eftir at hann ikki var við móti runavíkingum vegna skaða.
Liðskiparin hjá B36, Pól Thorsteinsson, sigur, at tað er einki at ivast í, at teir skulu hava trý stig á Sevmýri sunnudagin.
- Vit kundu við eitt sindur av hepni vunnið móti NSÍ, men vit vóru ikki nóg neyvir í avgerandi løtum. Kanska hevði NSÍ fleiri opnar møguleikar, men tað kundi farið báðar vegir. Eg ivist ikki í, at vit koma sterkt aftur sunnudagin, sigur Pól Thorsteinsson.
Skulu upp í ferð
TB fekk ein sekk í fyrstu royndini í bestu deildini í hesum kappingarárinum. 1-5 ósigurin inni á Skála var ikki nøkur ynskibyrjan, men tvøramenn hava tó gott mót til dystin sunnudagin.
Allir mans eru klárir til dystin, og sambært einum av veteranunum á liðnum, Jón Johannesen, sært tað heilt gott út til dystin móti B36.
- Eg haldi, at úrslitið á Skála er eitt sindur misvísandi. Hinvegin var tað óheppið fyri okkum, at vit skuldu byrja kappingarárið júst á Skála, tí har hava vit fingið nakrar ordans lússingar seinastu ferðirnar, ið vit hava vitjað, sigur Jón Johannesen.
Sambært Jón var ein av trupulleikunum inni á Skála tann, at skálamenn leikt í einum nógv hægri tempo enn tvøramenn gjørdu.
- Vit noyðast upp í tempo, og harafturat ræður tað um hjá okkum, at allir mans standa rætt á vøllinum. Gera vit tað, so havi eg góðar vónir til dystin sunnudagin. Vit plaga vanliga at standa okkum væl á Sevmýri, og tað er til okkara fyrimun, at B36 er stórfavorittur at vinna dystin, sigur Jón Johannesen.










