B36 eltir oddaliðið

Seinni útsetti dysturin frá 17. umfari av Formulakappingini, sum skuldi leikast um vikuskiftið, verður leiktur í Gundadali í kvøld, har B36 tekur ímóti B71.

 

Fyri heimaliðið er tað eitt krav at fáa ein sigur í dystinum ímóti B71 fyri at fylgja við oddaliðnum, NSÍ.

 

B71 liggur hinvegin ikki so ovaliga á stigatalvuni sum B36, men teir hava í fleiri umførum í ár víst, at teir saktans kunnu standa teimum bestu kurt. Vinna teir dystin í Gundadali, so kunnu teir eisini spæla seg fram við bæði GÍ og Skála upp á fimta plássið.

 

B36 má eisini helst taka rolluna sum favorittur á seg undan dystinum, tí teir hava heimavølli og liggja á øðrum plássi í landskappingini. Undan summarsteðginum vístu teir eisini sera gott spæl, og halda teir fram við hesum, so vera teir ringir at steðga í ár. Men sum áður sagt, B71 hevur fleiri ferðir víst, hvør dugur er í teimum, so tað er als ikki óhugsandi, at teir kunnu leypa ein hvøkk á B36 í kvøld.