Landskappingin, sum ta_ leygardagin var_ lagt lok á, var tann tíggjunda sí_ani, at ásetingarnar fyri úrtøku burturúr vunnum dystum vór_u broyttar, solei_is at ta_ í sta_in fyri tvey skuldu gevast tr_ stig fyri at vinna.
HB er meistari hesa fer_ vi_ 41 stigum. Í teimum tíggju kappingunum frá 1995 og til 2004 hevur hetta veri_ stigatali_, sum meistarin oftast er enda_ur á. Merkisvert er ta_, at HB hevur vunni_ meistaraheitini tr_ tey seinastu árini ? í 2002, 2003 og í ár ? vi_ 41 stigum hvørja fer_ina. KÍ var meistari vi_ 41 stigum í 1999, og tá i_ GÍ í 1995 vann fyrstu kappingina undir n_ggju skipanini, var úrtøkan hjá gøtumonnum eisini 41 stig.
Hægstu úrtøkuna hesi tíggju árini hevur B36 sta_i_ fyri, og hóast teir bara í gásareygum vóru næstbestir hesa fer_, og ta_ ivaleyst sví_ur, at grannarnir fyri nor_an fyri tri_ju fer_ á ra_ fingu gulli_ um hálsin, so kunnu teir í árstalsfelagnum reypa sær av, at teir bæ_i eiga hægsta og næsthægsta stigatali_. Í 1997 setti B36 met vi_ 48 stigum, og í 2001 fingu teir 46 stig.
GÍ eigur meistaraskapin vi_ fægst stigum hesi tíggju árini. Tá i_ teir vóru meistarar í 1996, var ta_ vi_ 39 stigum.
Tá i_ ta_ valdast samla_a stigatali_, og tá i_ hugt ver_ur eftir muninum í stigum frá meistarali_num og aftur til tey næstu, eru ta_ ivaleyst fleiri, sum siga, at ta_ hevur ikki so nógv at siga, tí ta_ valdast um, nær ta_ er vor_i_ greitt, at eitt li_ er vor_i_ meistari. HB var meistari undan tri_ju sí_sta umfarinum í ár. Sí_ani tá spældu teir tríggjar fer_ir javnt. Um teir høvdu veri_ kroystir av kappingarneyta, so er væl hugsandi, at teir høvdu havt vunni_ kanska allar tríggjar tær sí_stu fer_irnar ella í hvussu so er onkra av uppger_unum.
Hesa fer_ var HB sjey stig frammanfyri B36 á silvurplássinum. Í fjør var HB f_ra stig frammanfyri B36, og í fyrraári_ vóru teir fimm stig frammanfyri NSÍ.
Størsti stigamunurin frá meistarali_num og aftur til nummar tvey tey seinastu tíggju árini var í 1995, tá i_ GÍ var meistari vi_ 41 stigum. HB var næstbest vi_ 33 stigum.
Minsti munurin á meistara og næsta kappingarneyta seinastu tíggju árini var í 1996. Tá var GÍ meistari vi_ 39 stigum ella sama stigatali, sum KÍ fekk. GÍ var_ meistari, tí teir høvdu betri málmun. Um skipanin vi_ innanh_sis dystum, sum nú er galdandi, hev_i veri_ galdandi tá, so hev_i ta_ veri_ KÍ, sum hev_i veri_ meistari.
TB minst úrtøku
Um ta_ ver_ur hugt eftir úrtøkuni hjá li_num, sum er enda_ aftast og harvi_ er flutt beinlei_is ni_ur, so eigur TB, sum leygardagin tryggja_i sær sess í bestu deildini, tvey met. Í 1996 fluttu teir ni_ur vi_ trettan stigum. Hetta er hægsta stigatali_, sum naka_ felag er enda_ á aftasta plássinum vi_ seinastu tíggju árini.
Í 2002 flutti TB ni_ur vi_ seks stigum. So lítla úrtøku hevur einki anna_ felag fingi_ í bestu deildini seinastu tíggju árini.
Tvørámenn hugsa ivaleyst nú um, hvussu nógv stig teir skulu vinna næsta ár, um teir skulu sleppa undan aftasta sessinum og harvi_ beinlei_is ni_urflyting. Í ár flutti B68 ni_ur vi_ átta stigum. Í fjør flutti FS Vágar ni_ur vi_ ellivu stigum, og í 2001 flutti FS Vágar ni_ur vi_ níggju stigum. Ivaleyst kann ta_ n_tast sum tummulfingur regul, at um ta_ eydnast at vinna fleiri enn tíggju stig, so skal ta_ vilja illa til, um ta_ ikki fer at eydnast at sleppa undan aftasta sessinum. So kunnu teir í TB og a_rir droyma seg fram til, hvørjum hesi stigini skulu vinnast ímóti.
Gull, silvur og ni_urflyting
1995-2004
ÁrGullStigSilvurStigAftastStig
1995GÍ41HB33NSÍ8
1996GÍ39KÍ39TB13
1997B3648HB41B717
1998HB45KÍ38TB8
1999KÍ41GÍ39ÍF10
2000VB40HB38Sumba10
2001B3646GÍ42FS Vágar9
2002HB41NSÍ36TB6
2003HB41B3637FS Vágar11
2004HB41B3634B68