B36-Crusaders 2-3: Hoyr málini og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Stefan Radosavljevic og Jákup á Borg seta orð á vónbrotið við ongum stigi til føroyska roknskapin í Evropa

##med2##

Tað var dupultur skaði, at B36 tapti 2-3 móti Crusaders. Ein 2-2 javnleikur hevði heldur ikki sent B36 víðari til annað umfar har Wolverhampton Wanderers úr Premier League nú fer at taka móti FC Crusaders. Hevði B36 megnað javnleik í kvøld høvdu Føroyar á UEFA CLUB RANKING fyri tey seinastu fimm árini verið 0,125 stig frammanfyri Norðurírland. Nú er tað Norðurírland sum er 0,125 stig frammanfyri Føroyar.

Pætur Albinus skrivaði um dystin á in.fo fyrr í kvøld: - Vónin hjá B36 fekk eitt skot fyri bógvin nær um alt fyri eitt, tí longu í triðja minutti løgdu gestirnir seg á odda 1-0 við væl avgreiddum óbeinleiðis frísparki í B36-brotsteiginum, sum íkom eftir misskiljing í B36-verjuni.

Eftir lítlum hálvum tíma økti Crusaders til 2-0, men smáar tíggju minuttir seinni minkaði Hugin Samuelsen um munin til 2-1. Hetta var eisini hálvleiksstøðan, og setningurin hjá B36 var at skjóta minst fýra mál afturat.

B36 fekk júst sum ætlað eitt skjótt mál í seinna hálvleiki. Tað var Lukasz Cieslewicz, sum javnaði til 2-2 eftir upplegg frá nýklakta B36-aranum, Stefan Radosavljevic.

Hesa løtuna var B36 betra liðið, men tað koppaði skeiva vegin miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið Paul Heatley við sínum seinna máli legði gestirnar á odda 3-2.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum fimm málunum.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Stefan Radosavljevic, ið er vónbrotin um úrslitið, men kortini glaður fyri skiftið til B36 úr TB. Hann sigur seg verða sera væl móttiknan í felagnum: - Hepnið er ikki við okkum í dag, heldur Stefan.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup á Borg, ið iðrar seg um, at B36 ikki megnaði at skaffa føroyskum fótbólti nakað stig. Nú hevur B36 so 10 dagar til at fyrireika seg til dystin móti Víkingi ólavsøkuaftan, og tað er so ein lítil uggi hjá Jákupi og spælarunum. Men um dystin í kvøld sigur Jákup: - Hetta var ein lítil katastrofa. 

(Málini og samrøður við Stefan Radosavljevic og Jákup á Borg)