Næstbesta liðið hjá B36, sum flutti niður úr 1. deild í fjør, verður aftur at síggja í næstbestu deildini í komandi kappingarári. Hetta gjørdist greitt, tá ið B36 fyrr í kvøld vann ein tryggan 3-0 sigur á heimavølli ímóti ÍF, ið somuleiðis longu hevur tryggjað sær uppflyting til 1. deild.
Undan dagsins umfari í 2. deild vóru fimm umfør eftir at spæla, og B36 hevði 14 stig fleiri enn Royn. Harafturat var málúrtøkan hjá B36 22 mál betri enn málúrtøkan hjá Royn, og hervið hevði ein javnleikur í dagsins dysti ivaleyst eisini endaliga staðfest plássið hjá B36 í 1. deild í komandi kappingarári.
Ongin slingur var í valsinum hjá árstalsfelagnum, tá ið ÍF fyrr í kvøld varð sent norður aftur úr Gundadali við einum tapi áljóðandi 3-0 í skjáttuni. Málini hjá B36 skoraðu Pætur Petersen, Hugin Samuelsen og Julian Johansen, ið fyri fyrstu ferð í ár skoraði eitt mál, sum ikki varð skorað upp á brotsspark. Julian Johansen hevur fyrr í ár skorað sjey mál upp á brotsspark, men áttanda málið varð skorað við einum stútara.
Sigurin merkir, at B36 nú er nýtt oddalið í 2. deild við 37 stigum, meðan ÍF dettur niður á næstfremsta plássið við 36 stigum. Bæði liðini eru flutt upp nú, og harvið hava tey ,,bara" gullheiðursmerki ella silvurheiðursmerki at spæla fyri.
Tað eru framvegis fýra umfør eftir av 2. deild, men síðsti spenningurin í deildini varð avlívaður í dag.