Team Klaksvík má aftur í kvøld leita sær annan heimavøll enn Badmintonhøllina, sum Hondbóltssambandið og Dómarafelagið hava stemplað sum óegnaða til hondbólt.
Hóast smávegis ábøtur eru gjørdar og bæði liðini hjá Mjølni hava spælt í høllini um vikuskiftið, so spælir Team Klaksvík ikki heimadystin móti VÍF í Badminton høllini. Dysturin er fluttur frá fríggjakvøldinum fram til í kvøld og verður í KÍ høllini.
- Vit valdu at flyta dystin, tí vit sóu, at tað var ongin møguleiki fyri, at ábøturnar, sum skulu gerast, verða gjørdar áðrenn fríggjadagin, sigur Fríðin Ziskason, fyribils venjari hjá Team Klaksvík við portalin.
Klaksvíkar kommuna yvirtók í gjár bæði Badmintonhøllina og KÍ høllina, men tað gongur minst ein vika áðrenn arbeiðið verður liðugt. Tað lekur illa í høllini og millum annað tí, hava Dómarafelagið og Hondbóltssambandið kravt ábøtur, áðrenn Team Klaksvík aftur sleppur at spæla sínar heimadystir í Badmintonhøllini.
- Vit fara nú í gongd við at tetta lekan, og annars gera eina langtíðar íløguætlan fyri bæði Badmintonhøllina og KÍ høllina, sigur Jóhann Lützen, næstformaður í mentanarnevndini við portalin í dag.
Team Klaksvík spælir í kvøld ímóti VÍF og dysturin verður í KÍ høllini. Orsøkin til framskundingina er, at Team Klaksvík ikki sleppur í KÍ høllina fríggjadagar. Dysturin í kvøld byrjar klokkan 18.45.
Tá Mjølnir spældi í Badmiinton høllini um vikuskiftið sást, sum myndirnar vísa, at nakrar ábøtur eru gjørdar, men tær eru eftir øllum at døma ikki nøktandi.









