Í Noregi hava tey ásannað, at tað er neyðugt at seta fiskivinnuna meira í miðdepilin. Tað er tíðaravmarkað, hvussu leingi olja verður í undirgrundini, og tí er neyðugt at fáa fleiri ung at velja fiskivinnuna, tá tey eru liðug í fólkaskúlanum.
Fiskivinnan fer at hava ein alt meira týðandi leiklut í norska búskapinum í framtíðini. Eitt krav er tí, at lærd arbeiðsmegi verður tøk til fiskivinnuna.
Arne Tunheim helt týsdagin fyrilestur á Hotel Hafnia fyri innbodnum gestum. Har greiddi hann frá sínari verkætlan í Noregi, og hvussu hon hevði roynst har. Eftir fundin var semja millum føroysku luttakararnar um, at hetta eisini eigur at roynast í Føroyum. Ein bólkur varð settur, sum skal koma við einum uppleggi til eina verkætlan.
Fiskivinnan skal lokka
Í økinum kring Ålesund í Noregi hava skúlar og fakfeløgini í fiskivinnuni tikið stig til eina verkætlan. Endamálið er at gera fólkaskúlanæmingar varugar við møguleikan at nema sær útbúgving í fiskivinnuni eftir lokna skúlagongd.
Hetta skal gerast við at møguleikarnar fyri útbúgving og arbeiði í fiskivinnuni vera meira sjónligar hjá næmingunum. Hetta skal vera við til at lokka fleiri av teimum at velja sær fiskivinnuna sum yrkisleið.
Verkætlanin sjálv breiðir seg yvir seks ár. Frá 4. til 10. flokk. Tey, sum standa fyri verkætlanini, ásanna, at tað er ikki nóg mikið bara at gera eitt sindur av reklamu, beint áðrenn næmingarnir skulu velja sær eina útbúgving eftir at hava fingið prógvið.
Tí skulu næmingarnir hava samband við fiskivinnuna allatíðina, meðan teir ganga í skúla.
Janus Jensen á fólkaskúladeildini í Undirvísingar- og mentamálastýrinum var til fyrilesturin hjá Arna Tunheim, og hann heldur, at hetta avgjørt er ein gongd leið í Føroyum, tí fiskivinnan er jú høvuðsvinna okkara.
6 ára verkætlan
Verkætlanin er bygd soleiðis upp, at næmingar luttaka í fýra størri verkætlanum. Lagt verður til brots í 4. flokki og so verður ein verkætlan á skránni annahvørt ár, til tey fara úr skúlanum eftir 10. flokk.
Meðan børnini ganga í 4. flokki, ættleiðir ella adopterar flokkurin eitt ávíst fiskiskip, sum tey síðani hava samband við í eitt longri tíðarskeið. Á tímatalvuni er ein tími settur av um vikuna til verkætlanina. Tey fáa at vita, á hvørjari fiskileið skipið er, hvørjum fiskaslagi roynt verður eftir, hvussu nógv teir hava fingið í lastina. Annað, sum er áhugavert at vita, er, hvussu veðrið er, og hvørjar hendingar eru at frætta um umborð.
Í 6. flokki fara næmingarnir út við báti at fiska fyri at nema sær egnar royndir. Her skulu tey fáa nakrar royndir við fiski. Tey skulu brúka tað, tey hava lært á skúlabeinki um at fiska.
Síðani skulu tey fara við bátinum at avreiða og fylgja fiskinum, til hann liggur leskiligur á døgurðaborðinum. Henda verkætlanin skal taka umleið tvær vikur.
Í 8. flokki skulu næmingarnir arbeiða við fiski og fiskivinnu sum tema. Tey skulu síðani velja sær ein part av vinnuni, sum tey leggja serligan dent á. Her verður møguleiki hjá teimum at fara út á nøkur virki at kunna seg um teir bágar, sum eru í framleiðsluni.
Endabresturin í 10. flokki er ein fløga. Har skulu næmingarnir royna at gera eina áhugaverda lýsing av fiskivinnuni í nærumhvørvinum á CD-ROM.
Væl móttikin
Henda verkætlanin hevur verið væl móttikin í Noregi av næmingum, lærarum og vinnuni. Tí verður hildið fram við henni.
Stórur dentur verður lagdur á, at næmingarnir ikki bara hoyra um fiskivinnu í flokshølunum, men eisini sleppa at royna nakað veruligt í vinnuni.
Verkætlanin hevur verið í gongd í eitt ár í Noregi, og Arne Tunheim sigur seg hava sæð eina broyting, við tað at fleiri ung velja fiskivinnuna.
Janus Jensen heldur at við at seta hesa verkætlanina í verk, kunnu vit í Føroyum minka um frástøðuna millum skúlan og samfelagið. Børnini vita ofta ov lítið um, hvat gongur fyri seg í samfelagnum og vinnuni.
Vinnan er við til at fíggja
Talan er um eina royndarverkætlan, sum vinnan og skúlin hava tikið stig til í felag. Vinnan, sum er fakfelagið hjá fiskimonnum og reiðarum, geldur helvtina og skúlin hina helvtina av kostnaðinum.
Soleiðis arbeiða tey bæði fakfeløgini saman fyri at fáa eina fjølbroyttari arbeiðsmegi til fiskivinnuna. Umboð fyri bæði Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið vóru til fyrilesturin á Hafnia týsdagin, so hvør veit, um ikki eitt samstarv kann spyrjast burturúr.