Ábøtur á Vágsbø

Í løtuni eru fólk frá Klaksvíkar kommunu í holt við at grava á Vágsbøi, har stóru konsertirnar á Summar Festivalinum verða hildnar. Endamálið við hesum er at gera tekniskar útbyggingar og betringar.

Ein leiðing skal gerast í bønum, har kaðalin frá stóra pallinum og til ljóðtornið skal leggjast, og ljóðtornið verður samstundis flutt nakað aftur á bøin, so at fleiri fólk kunnu standa frammanfyri ljóðtornið.

Samstundis verður arbeitt við nýggjum tekniskum møguleikum, sum tað væntandi verður meira at frætta um seinni.