Aith, Hetland: Tann fyrsti serliga bygdi bjargingarbáturin, sum føroyingar nakrantíð hava átt, er farin úr Hetlandi við kós ímóti størstu fiskivinnuhavnini í Føroyum.
Sjálvbodni felagsskapurin úr Klaksvík fekk til vega meira enn hálvaaðru milliónir krónur til at keypa 20 ára gamla bjargingarbátin Newsbuoy frá Royal National Lifeboat Institute (RNLI).
RNLI, sum heldur til í Poole í Dorset, selir sínar gomlu Arran bjargingarbátar og skal endurnýggja flotan við nýggjari og betur útgjørdum Trent and Severn bátum.
Í Føroyum er eingin líknandi felagsskapur sum RNLI, og Norðoya Bjargingarfelag, sum heldur til í einum øki við 6.000 fólkum, hevur brúkt bátar hjá øðrum í sambandi við neyðtilburðir.
Formaðurin í Norðoya Bjargingarfelag, Marius Magnusson, sum í síðstu viku fleyg til Onglandi við trimum øðrum monnum, sigur, at nýggi báturin kann kollvelta bjargingartænastuna í økinum.
Fyrr hava vit mugu leigað bátar, og tú veitst ongantíð, hvussu teir rigga til eina uppgávu. Nú hava vit okkara egna bát, og vit fara at kenna styrki og veikleikar hjá honum, sigur Marius Magnussen, sum eisini er leiðari við Trygdarmiðstøðina í Klaksvík.
Verður brúk fyri slíkum báti
Tað koma alsamt fleiri stuttleikabátar til Føroya, og tí kann tað gerast brúk fyri einum slíkum bjargingarbáti, sum Norðoya Bjargingarfelag hevur keypt. Longu í ár hava tað verið fimm tilburðir, har Norðoya Bjargingarfelag hevur verið við til at hjálpa.
Manningin umborð á nýggja bjargingarbátinum, sum hevur fingið navnið Ziska, hevur seinastu tríggjar dagarnar hildið til í Aith, har ein støð fyri bjargingarbátar er. Har hevur føroyska manningin gjørt venjingar saman við hetlendsku manningunum, og teir hava fingið nógv at vita um, hvussu teirra nýggi bátur riggar.
Menninir í Aith kenna væl Newsbuoy, tí teir hava arbeitt umborð á honum í sambandi við hendingina, tá ið griskska farmaskipið Argomar í 1997 rendi á land í Hetlandi.
Hesin báturin fer at gera stóran mun hjá teimum. Hvussu teir hava klárað seg uttan ein slíkan bát er óskiljandi, og vit eru eisini fegnir um, at vit hava kunna víst teimum, hvussu báturin riggar, sigur skiparin Hylton Henry, sum starvast á bjargingarstøðini í Aith.
Báturin er sera væl egnaður til bjarging. Hann er væl bygdur, hann er tryggur, og hann fer at tæna teimum í nógv ár, sigur hann.
Til Klaksvíkar leygardagin
Nýggi bjargingarbáturin hjá Norðoya Bjargingarfelag hevur tveir 500 hesta Caterpillar motorar og kann sigla 18 míl. Báturin er ein av nógvum bátum, sum RNLI hevur selt til lond sum Ísland og Kina.
Fyrradagin fór Ziska skúmandi avstað við kós ímóti Føroyum, og hann skal eftir ætlan koma til Klaksvíkar fyrrapartin leygardagin, tá ið Sjómannadagur verður hildin í Klaksvík.
Tjaldrið og Triton skulu fylgja Ziska til lands, og røða verður hildin í sambandi við, at báturin kemur til Klaksvíkar.