Bátur sokkin í bátahylinum í Skopun

Løgreglan fer nú at kanna, hví báturin sakk

Um fimm tíðina í morgun sóu fólk í Skopun, at ein sluppungi, sum lá í bátahylinum í Skopun, var í ferð við at søkka.

Tey ringdu til løgregluna at boða frá og tey sendu boðini víðari til tilbúgvingarleiðarin í Skopun.

Løgreglan sigur, at báturin er sokkin, men eingin fólkaskaði var, tí eingin var umborð. Men tað er óvist, hví hann sakk, og tískil skal báturin nú takast upp so at hann kann verða kannaður í eini roynd at finna orsøkina til, at hann sakk og tað uppgávuna fer sløkkiliðið nú undir.

Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stað friðarligt í gjár og í nátt.