Myndirnar fóru heimin runt, tá Real Madrid venjarin, José Mourinho, stakk fingurin í eyga á hjálparvenjarinum hjá Barcelona í stórsteypadystinum millum sponsku risarnar í august mánaði. Nú hava bæði José Mourinho og hjálparvenjarin hjá Barcelona, saman við feløgunum báðum, fingið leikbann og bót
The Special One, sum José Mourinho mangan verður róptur, hevur fingið forboð fyri at standa á síðulinjuni í tveir dystir, meðan hjálparvenjarin hjá Barcelona, Tito Vilanova, hevur fingið leikbann í ein dyst. Í báðum førum er leikbannið bara galdandi fyri stórsteypadystir. Teir hava eisini fingið hvørsína bót á 4.500,- krónur.
Tað var eftir at Real Madrid leikarin, Marcelo, taklaði Cesc Fabregas umkoll í stórsteypadystinu 17. august á Nou Camp, at bæði venjarar og leikarar fóru til hendurs. Fyrst stakk José Mourinho fingurin í eyga á Tito Vilanova, sum løtu seinni sló ella skumpaði Real Madrid venjaran í ryggin.
Real Madrid leikararnir, Marcelo og Mesut Ozil, fingu saman við Barcelona framherjanum, David Villa, reytt kort fyri hendingina.
Eisini feløgini hava fingið eina bót. Real Madrid hevur fingið eina bót á áleið 1.300,- krónur, meðan bótin hjá Barcelona er helmingurin av tí sum Real Madrid fekk, góðar 650,- krónur, skrivar The Guardian í dag.
Feløgini hava tíggju dagar at kæra dómin.