Tað fer at kosta millum 25 og 30 milliónir krónur at gera ábøtur í Studentaskúlanum í Hoydølum Arbeiðseftirlitið krevur, at ábøtur skulu gerast í Hoydølum, sjálvt um politikararnir samtykkja ein nýggja skúlaloysn. Eftirlitið krevur, at ein útluftingarskipan skal gerast um allan skúlan, fukt-takarar skulu eisini vera á skúlanum ,og tekjan skal skiftast út, tí hon lekur.
Eftir ætlanini, sum Landsverk og Mentamálaráðið hava gjørt, skulu umvælingar gerast fyri útivið 30 mió. krónur, um fólk skulu verða í bygningunum, uttan at tað skal ganga útyvir heilsuna. Landsverk hevur gjørt eina ætlan, har samlaða kostnaðarmetingin fyri eina fyribilsloysn er millum 25 og 30 milliónir.
Karl Joensen, stjóri í Arbeiðseftirlitinum, sigur við Kringvarpið, at tey hava góðkent ætlanina, og Arbeiðseftirlitið hevur ikki nakað eykakrav.