B36, sum higartil hevur staðið seg rætuliga væl í næstbestu deildini, hevði leygardagin vitjan av Royn, sum hinvegin ikki hevur havt tað so lætt higartil í ár.
Útlitini fyri stigum í hesum útidystinum mundu tó ikki vera heilt av leið, tí talan var um eitt rættuliga skert B36 lið, sum leygardagin fór á vøllin.
Orsakað av stórum mannfalli á besta liðnum, mátti næstbesta liðið hjá árstalsfelagnum nevnliga vera fleiri stuðulsleikarar fyri uttan.
Rótut
Hetta sást eisini aftur í spælinum, sum meginpartin av tíðini var ógvuliga rótut, og uttan at nøkur beinleiðis spæliætlan var at hóma.
Hjá hvalbingum var støðan á leið tann sama. Her var talan kanska eins nógv um sálarliga trýstið, sum altíð vil liggja á einum botnliði, og tí royndu hvalbingar aloftast at stríðast, heldur enn at spæla seg fram eftir vøllinum.
Bert eitt mál kom í fyrra hálvleiki, og hetta átti heimaliðið, tá Tórálvur Poulsen var fyrstur á einum inleggi, og stýrdi hesum í málið.
Í seinna hálvleiki svaraðu hvalbingar tó aftur við tveimum málum, sum Allan Michelsen og Birgir Jørgensen skutu, soleiðis at útiliðið brádliga hómaði sigurin fyri framman.
Leiðslan helt sær nakað inn í seinna hálvleik, men miðskeiðis í hálvleikinum eydnaðist tað Dánjal á Neystabø at seta kollin á eitt hornaspark, soleiðis at javnvág aftur var í málskjótingini.
Tað sum eftir var, royndu liðini bæði at spæla seg fram til nakrar møguleikar, og tað var eisini um reppið, at heimaliðið fór avstað við sigrinum.
Teir høvdu nevnliga møguleikan at avgera dystin, tá einir 10 minuttir vóru eftir at leika, men Áki Mørk megnaði ikki at umseta brotsspark til mál, og tí varð javnleikur endaliga støðan.
Broytist skjótt
Javnleikurin merkti, at B36, noyddist at síggja oddin á stigatalvuni fara enn longur út í sjónarringin. Liðið hevði annars gott tak á eftir teir fyrstu dystirnar, men so hvørt sum fólk er farið burturav, eru avrikini eisini vorðin alt meira misjøvn.
Royn er hinvegin um at koma ígongd, eftir at teir fingu eina av lagi vánaliga byrjan upp á kappingarárið.
Hvussu væl áleiðis hvalbingarnir eru komnir, fæst helst ein góð ábending um komandi vikuskifti, tá fuglfirðingar koma á vitjan. Megnar Royn eisini at fáa okkurt burturúr hesum dystinum, sær tað kanska als ikki so svart út hjá teimum.
B36 hevur tá torføran útidyst móit EB/Streymi, sum veruliga sær út til at gera um seg í ár. Fáa havnarmenninir ikki stig úr hesum dysti, skulu teir helst hugsa meira um niðaru heldur enn ovaru sessirnar á stigatalvuni.
Tó so, onnur deild sær út til at vera somikið jøvn í ár, at lið, sum eina viku teljast millum botnliðini, tvær vikur eftir eru oddalið, so tosið um upp- og niðurflyting lata vit bíða fyri fyrst.
B36-Royn 2-2 (1-0)
1-0: Tórálvur Poulsen
1-1: Allan Michelsen
1-2: Birgir Jørgensen
2-2: Dánjal á Neystabø










