Bátastevnubrak í Vestmanna

Bátastevnan í Vestmanna er sum tiltak hin størsta stevnan av sínum slag í Føroyum.

Bátastevnan í Vestmanna er sum tiltak hin størsta stevnan av sínum slag í Føroyum.

 

Umframt bátasigling av Fútakletti og inn á Vestmanna, ið líka sum er ryggurin í bátastevnuni, eru eisini nógv ymisk tiltøk at fara til, bæði fríggjadag og leygardag, 20.-21. mai.

 

Tá veðurútlitini eru góð, er bátatalið á bátastevnuni í Vestmanna stórt, men tað krevur hampiligt veður hjá bátaeigarum at sigla til Vestmanna - alt eftir, hvar bátar og manningar eru heimahoyrandi.

 

Umframt bátsmanningar, leita eisini nógv sær til Vestmanna við kampingvogni, og her eru umstøðurnar framúr.

 

Haraftrat eru øll tey, sum koma í bili ella náttarbussi við skipaðari koyring millum Havnina og Vestmanna.

 

Bátastevnan í Vestmanna er eitt rættiliga stórt tiltak, og tað er onkur, sum heldur, at tiltakið kanska er vorðið ov stórt.

 

Men, so leingi, sum ágrýtin og dugnalig fólk eru at skipa fyri, og Vestmanna er til reiðar at taka ímóti, er hetta eitt tiltak, sum mong gleðast um, og blíðskapurin í Vestmanna trýtur ongantíð.

 

Bæði fríggjadagin og leygardagin eru nógv tiltøk í Vestmanna, og tann stóra løtan er, tá bátasiglingin verður klokkan 14.30 leygardagin av Fútakletti og inn á Vestmanna.

 

Tá komið verður til lands, og bátarnir liggja trygt við brúgvarnar, verður borðreitt við ókeypis suppu og øðrum góðum til allar bátastevnugestir.

 

Supputiltakið verður í stóra tjaldinum, og meðan fólk fáa sær, verður harmonikutónleikur at hoyra.