Hóast verkfall er, verður bátastevnan Kjalarvatn í Vestmanna leygardagin 24-. mai. Stevnan er fyri bátar í øllum landinum. Longu fríggjakvøldið fara fleiri bátar út í Hest at liggja náttina yvir. Stevnan byrjar kl. 14.00, tá ein søluframsýning letur upp á fiskavirkinum Atlantis í Vestmanna, har ymiskir handlar sýna fram bátaútgerð og hava ymisk góð tilboð til bátaeigarar. Kl. 14.30 møtast bátarnir við Fútaklett og koma at bryggju í Vestmanna kl. 15.00, tá Frelsunarherurin spælir á havnaøkinum. Kl. 15.30 verður ókeypis suppa á Fiskavirkinum til øll bátafólkini. Sluppin Jóhanna kemur kemur helst við fimm grindabátum. Motorsúkkluframsýning verður á havnaøkinum.
Kl. 23.00 verður dansur, har Country Bólkurin úr Klaksvík spælir.
Stevnan var fyrstu ferð hildin í fjør, tá vóru umleið 800 fólk til dansin. Ágóðin av stevnuni fer til eitt myndasavn í Undirhúsinum í Vestmanna og til ein nýggjan kappróðrabát til VÍF. Tað eru Undirhúsið og VÍF-Kappróðraneystið ið skipa fyri stevnuni. Kontakttelefonir: 264539/221577/210496.
Í samband við dansin verður bussamband samskipað við Náttarbussin, ið fer úr Sørvági kl. 23.00 og vestur aftur kl. 04.30 og frá City í Havn kl. 10.30 og suður aftur kl. 03.30 og kl. 05.30.