Avgerð er tikin um at útseta Bátastevnuna, sum plagar at vera í Vestmanna hvørt ár.
– Tað er støðan viðvíkjandi koronasmittuni, sum ger, at vit hava valt at útseta Bátastevnuna, skriva fyriskipararnir í kvøld.
Annars var ætlanin ,at Bátastevna skuldi vera vikuskiftið 21. - 23. mai.
Fjarðastevna verður 11. juli í Vestmanna, og tí verður Bátastevnan løgd saman við Fjarðastevnuni. Sostatt verður Bátastevnan í ár 9.-11. juli.
Fjarðarstevnan skiftir ímillum Strendur, Skála og Vestmanna, og í ár stendur Vestmanna fyri tørni.
Tey, sum hava umbiðið bátapláss, kampingpláss ella annars keypt atgongumerki, kunnu velja ímillum at fáa peningin endurrindaðan ella flyta tað keypta til í juli. Tað ber til at senda teldupost til jan.haldansen@gmail.com ella ringja til 522248, um ein vil hava peningin aftur.