Bátasavnið hjá Ossa hugtók tey kongaligu

Hæddarpunktið á vitjanini hjá teimum kongaligu í Leirvík var áhugaverda báta-og málningasavnið hjá Osmundi Justinussen

HOFF-STOFF

Alt tað kongaliga fylgið, Margretha, Heindrikur, Fríðrikur og Mary, vitjaði báta-og málningasavnið í Leirvík, har Osmundur Justinussen greiddi frá søguni aftanfyri bygningin, eins og hann greiddi frá ymiskum hendingum, sum hava tilknýti til savnið og teir bátar, sum har eru.
Tey kongaligu vóru rættiliga hugtikin av søguni og prýðiliga savninum, ið stendur sum ein varði um farna tíð og er eitt áhugavert ferðamál hjá bæði føroyingum og útlendingum, sum vitja í bygdini.
Sosialurin fekk bert eitt pláss á vitjanini í savninum hendan dagin, og tað plássið lótu vit myndamann okkara fáa.
Borgarstjórin í Leirvík, Dánjal Andreasen, segði eisini nøkur orð við hesa løtu, og málningar vórðu handaðir sum gáva til kongshúsið.
Hóast tíðin á hvørji vitjan hjá kongsfylginum er stutt og skráin helst skal haldast so væl sum tilber, vóru tey fýra við fylgi eina góða løtu inni á savninum í Leirvík.
Tá ið vitjanin var av, fóru Fríðrikur og Mary við fylgi beina leið norður til Gjáar, meðan Margretha og Heindrikur fóru at hyggja at útgrevstrinum á Toftanesi, har Steffen S. Hansen greiddi frá.
Eftir at Margretha og Heindrikur høvdu verið á Toftanesi, fór tey við fylgi til Elduvíkar, áðrenn leiðin varð løgd suður aftur til Havnar.